Hvør er prísurin fyri sambandsgávurnar? Tit selja okkara sjálvræði!

Einki er ókeypis, heldur ikki í politikki.

 

Sambandsflokkarnir renna nú um kapp fyri at yvirbjóða við pengum frá donsku stjórnini. Pengar til verkætlanir í Føroyum, sum verða fíggjaðar beinleiðis á donsku fíggjarlógini, beinleiðis úr lummanum á donskum skattgjaldarum.

 

Sambandsflokkarnir – Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, um nakar skuldu verið í iva – liggja skerflatir fyri at fáa enn fleiri pengar enn blokkstuðulin til lokalar verkætlanir á økjum, sum vit longu hava yvirtikið og tí eiga fulla ábyrgd av í Føroyum.

 

Men ongin spyr, hvør prísurin er fyri hesar sambandsgávurnar, og hví danska stjórnin so gleðiliga vil fíggja verkætlanir í Føroyum.

 

Hvat gjalda vit við, tá fólkatingsumboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum glaðbeint taka ímóti pengunum til málsøki, ið Danmark onga ábyrgd hevur av?

 

Tit gjalda við okkara frælsi! Tit gjalda við okkara sjálvræði! Tit gjalda við at binda okkum enn tættari at donskum pengum og við at lata ræðið yvir Føroyum og okkum øllum liggja eftir í Danmark. Fyri nakrar molar av donsku fíggjarlógini.

 

Tað er blóðskeivt og tað má steðga.

 

Sig nei takk til pengar fyri politiskt vald yvir Føroyum. Far á val 31. oktobur og vel eitt tjóðskaparumboð á Fólkating.

 

Eg vil steðga útsøluni av okkara sjálvræði. Eg vil arbeiða fyri størri sjálvsræði, fíggjarligum óheftni av Danmark og jøvnum samstarvi við Danmark millum líka partar – ikki einum pengastýrdum sambandi við Danmark.

 

Set X við Rógva Nybo

 

Valevni fyri Tjóðveldi til fólkatingsvalið