Hvør rindar í veru- leikanum ríkisstuðulin?

Tað hevur verið vanlig fatan millum manna, at ríkisstuðulin er ein gáva ella olmussa til føroyingar frá dønum. Nú er so komið undan kavi, at so er helst ikki.

Í Grønlandi er skipaður ein bólkur ISIT, ein sokallaður próvførslubólkur, hvørs endamál er at gera kanningar viðvíkjandi heraðar- og trygdarpolitikki í grønlendska umráðnum. Ein partur av hesum kanningum er samanhangið millum danska Nato limaskapin og tilsvarandi danskar útreiðslur til Grønlands og Føroya.

ISIT er fyribils komið til ta niðurstøðu, at Danmark fær í minsta lagi »avsláttur« frá Nato fyri tær upphæddir, ið Danmark rindar til Føroya og Grønlands, sum í dag eru ávikavist eina og tríggjar milliardir.

Mælt verður síðani til fleiri kanningar fyri at koma til botns í hesum rættuliga áhugarda máli. Um nevndu kanningar eru eftirfarandi, og tað er alt, sum bendir á tað borðið, so hevur Danmark beinleiðis búskaparligan fyrimun av at hava Føroyar og Grønland í ríkisfelagsskapi, tað vil siga, at gjaldið frá Danmark í grundini als ikki er ríkisstuðul frá Danmark sjálvum, men í veruleikanum frá Nato.

Tað førir so aftur við sær, at tá gjaldingarnar til Føroya og Grønlands einki kosta Danmark, fær Danmark stóran fyrimun av hesum somu gjaldingum, tí stórur partur av teimum fara beinleiðis aftur í danska statskassan, soleiðis sum peningarenslið hevur verið í seinastu mongu árini. Vit innflyta jú ein stóran part úr Danmark ella ígjøgnum danskar umboðsmenn.

Spennandi verður, hvussu leikur fer hjá ISIT-bólkinum.


Veikleiki í

heimastýrislógini

Vit kenna jú øll til peningastreymin, sum donsku kredittfeløgini veittu føroyingum (sum høvdu trygd aftanfyri), seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Føroyingar tóku stór lán niðrifrá til eina ódýra rentu og settu inn á bók í føroyskum peningastovnum til eina dýra rentu við tí úrsliti, at peningastovnarnir komu í neyð av pengum ? so løgið tað ljóðar.

Peningastovnarnir vóru noyddir at fara upp í kanningina, so at hvør sál, nær sagt uttan nakað sum helst kredittvirði, fekk lán, og so fór kavabólturin á rull, tapini ovurhonds stór og vit komu í kreppu.

Hví rópti ongin varskó, hvar var ábyrgdin???


Niklái Petersen,

valevni Tjóðveldis-

floksins í Norðstreymi