Hvørki Lewandowski ella Barcelona raktu málið

La Liga: FC Barcelona hevði fleiri av nýggju keypunum við, men tað rakk ikki mál ein sigur

Mynd: (Scanpix) Raphinha er vónbrotin av avrikinum í gjár

Helst mest umtalaða fótbóltsfelagið í summar, FC Barcelona, spældi í gjár sín fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum. Tað bleiv til ein málleysan fusara móti Rayo Vallacano.

 

Andreas Christensen, Raphinha og Robert Lewandowski byrjaðu allir inni, og Franck Kessie kom á vøllin. Sostatt vóru fýra av fimm týggju keypunum at síggja á nýnevnda Spotify Camp Nou í gjárkvøldið.

 

Tað var tó ikki nokk til at bróta niður Rayo Vallacano, sum triðja dystin upp í slag móti FC Barcleona hevur hildið málið reint. FC Barcelona var leikliga greitt omaná, men tað var næstan nærri við, at gestirnir vóru við øllum.

 

Størsta møguleikan fingu teir stutt fyri tíð, men Marc-Andre ter Stegen bjargaði, tá áleyparin helst skuldi havt spælt upp á tvørs til ein púra leysan viðspælara. Tað var fult hús og nógvur spenningur, nú Robert Lewandowski byrjaði í álopinum, men einastu ferð hann fekk bóltin í málið, tá var rangstøða.

 

Tað ljóðar, at FC Barcelona ikki eru lidnir at keypa. Bæði Marcos Alonso úr Chelsea og Bernardo Silva úr Manchester City eru settir í samband við katalanska stórfelagið, meðan Samuel Umtiti, Martin Bratihwaite, Memphis Depay og Frenkie de Jong eru á veg úr felagnum. Síðstnevndi orsaka av fíggjarligum orsøkum, tí hann passar annars væl til FC Barcleona og spældi væl í gjár.

 

1Villarreal11003:03
2Osasuna11002:13
3Celta de Vigo10102:21
4Espanyol10102:21
5FC Barcelona10100:01
6Rayo Vallecano10100:01
7Almería00000:00
8Athletic Bilbao00000:00
9Atlético Madrid00000:00
10Cádiz00000:00
11Elche00000:00
12Getafe00000:00
13Girona00000:00
14Mallorca00000:00
15Real Betis00000:00
16Real Madrid00000:00
17Real Sociedad00000:00
18Valencia00000:00
19Sevilla10011:20
20Real Valladolid10010:30

Mynd: (Scanpix) Raphinha er vónbrotin av avrikinum í gjár