Tað er eingin ivi um, at Varðin Pelagic er vinnuligi krumptappurin á Tvøroyri og í Suðuroynni sum heild.
Men líka so greitt er tað, at arbeiðið á einum uppsjóvarvirki, sum risastóra virkið á Tvøroyri er, altíð verður merkt av, at makrelur er sesongfiskur.
Tí er nógv at gera, tá vertíð er og nógv minni, tá vit eru uttanfyri vertíðina.
Eini 100 fólk arbeiða á Varðanum Pelagic, tá fiskur og framleiðsla eru.
Men, á einum slíkum virki eru eisini nøkur føst størv – ja, vit kunnu siga vitanarstørv – sum altíð eru í gongd, eisini tá eingin framleiðslan er.
Eitt virki, ið arbeiðir við so stórum nøgdum, sum Varðin Pelagic ger, krevur viðlíkahald, og hetta verður serliga gjørt, tá gólvini eru turr.
Eini 80 prosent av teimum fiskavørum, sum virkið útflytir, fara við farmaskipum av Tvøroyri, og restin fer so við SSL norður um fjørðin.
Alt slógv fer, sum nú er, til Havsbrún í Fuglafirði, men sum flestum kunnugt verður eisini arbeitt við einari verkætlan at byggja eina mjøl-og lýsiverksmiðju á Tvøroyri.
##med2##
Byrjaðu á botni
Byggisamtyktin fyri økið, har ætlanin er at byggja mjøl-og lýsiverksmiðju, er nú endaliga broytt, og nú skulu áringkanningar gerast.
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, ásannar, at tað er nógv hent, síðan ætlanin um eitt uppsjóvarvirki á Tvøroyri fyrstu ferð kom uppá tal.
- Tað vóru fleiri kommunur, sum vildu hava virkið, og tað vóru eisini aðrar havnir, sum bjóðaðu seg fram.
Hann vísir á, at um hetta mundið høvdu skipini hjá Varðanum og onnur uppsjóvarskip av somu stødd ikki sloppið til bryggju á Tvøroyri.
- Vit høvdu onga djúphavn, so her mátti bókstaviliga farast í gongd frá botni av. Vit eru sera fegin um, at valið fall á Tvøroyri, og tað er fantastiskt at hava verið partur av hesum alla tíðina, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at byggisamtyktin fyri økið er broytt frá at vera havnaøki til nú at vera vinnuøki.
- Her fer at verða fylt út, og talan verður um eitt planerað øki á umleið 10.000 fermetrar tilsamans, tá hetta arbeiðið er gjørt.
Hann sigur, at sambært verkætlanini verður bygt upp í verandi virki, og síðan verður goymslubygningur úti á tí økinum, sum verður fylt upp.
- Eg fegnist um, at tað var eitt einmælt býráð, sum tók undir við at broyta byggisamtyktina, sigur hann.
##med3##
Støðugari arbeiði
Við ætlaða lýsi-og mjølvirkseminum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri verða neyvan so nógv nýggj størv aftrat, men virksemið fer eftir øllum at døma at geva einum parti av arbeiðsfólkinum meira støðugt arbeiði.
- Í samlaðu verkætlanini eru eisini ætlanir um at brúka feskasta fiskin til surimi.
Borgarstjórin fegnast um, at verkætlanin kemur at merkja, at øll rávøran – og eisini avskurur – frá virkseminum í framtíðini kann verða gagnnýtt í Suðuroynni.
Tað er ikki sørt, at stríð hevur verið á Tvøroyri um ætlaðu útbyggingina hjá Varðanum Pelagic.
Tað er nú einaferð soleiðis, at øll eru ikki samd um alt.
- Men, vit skulu ikki gloyma, at vinnan á Tvøroyri er eldri enn býurin, og at Tvøroyri, sum árini eru liðin, er vaksið frá bryggjuni og niðaneftir, sum Kristin Michelsen tekur til.
##med4##
Annað fiskavirksemi
Men, Tvøroyri er meira enn Varðin Pelagic.
- Vit hava eisini saltfiskavirkið Delta Seafood her á Tvøroyri, sum verður rikið av sera dugnaligum fólkum, og tað eru eisini hesi fólkini, sum standa fyri rakstrinum av fiskavirkinum í Hvalba, TG Seafood, sum tekur sær av tí frysta.
Borgarstjórin veit frá Delta Seafood at siga, at trupulleikin serliga er rávøran.
- Í fleiri ár hevur lítil upsi verið at fingið og nøgdirnar, sum koma upp á land av toski og øðrum fiskasløgum, sum kunnu fara til saltingar, eru avmarkaðar.
Eitt gott íkast hjá Delta Seafood á Tvøroyri til saltfiskaframleiðsluna er frysti fiskurin, sum virkið keypir.
- Uttan henda fiskin, hevði so mikið minni saltfiskavirksemi verið á virkinum, veit borgarstjórin at siga frá teimum, sum reka Delta Seafood.
##med5##
Aðrir veitarar
Men, tað eru ikki bara Varðin Pelagic, Delta Seafood og TG Seafood, sum skapa inntøkur í Tvøroyrar kommunu og kring um í Suðuroynni, tó at hesar fyritøkur hava velduga stóran vinnuligan týdning.
- Vit hava eisini aðrar góðar og dugnaligar fyritøkur og veitarar her í kommununi, bæði størri og smærri. Millum hesar eru eitt nú byggivirkið MVT og Bærendsens Teknik, sum bæði hevur smiðju og rekur handil.
Á Tvøroyri er hotel, matstovur, handlar, bæði matvøruhandlar, handlar, sum selja klædnavørur og ymiskar aðrar vørur, og her er stórt bakarí, sum eisini er hitt einasta í Suðuroynni.
- Eg fegnist um hvørt eitt einasta arbeiðspláss, sum er í kommununi – tað veri seg í framleiðsluvinnuni, byggivinnuni og tænastuvinnuni.
Á Tvøroyri er Suðuroyar Sjúkrahús, og her eru stovnar til eldri, avlamin og fólk við serligum tørvi, og her hevur SSL eisini nøkur fólk í starvi.
- Alt ger mun, og eg fegnist um, at Tvøroyri er ein livandi býur við fjøltáttaðum virksemi, sigur Kristin Michelsen.
Tíðir broytast
Í sínari tíð var nógvur útróður á Tvøroyri, men soleiðis er ikki í dag.
- Jú, tað var tann tíð, tá her vóru fleiri størri og smærri útróðrarbátar – upp í eini 30, 40 og 50 tons umframt eitt hav av smærri bátum.
Borgarstjórin ásannar, at soleiðis er ikki í dag.
- Tað eru nakrir fáir, sum rógva út, tá líkindi eru. Ein yngri maður telist millum hesar, og síðan eru flestu aðrir pensjónistar. Her er lítil og eingin tilgongd, og vit mugu bara staðfesta, at tíðin stendur ikki í stað.
Kristin Michelsen vísir á, at støðan í norðara parti av Suðuroy ikki hevði verið hin sama, um Varðin Pelagic ikki var komin til bygdar, og Suðuroyggin ikki hevði Delta Seafood á Tvøroyri og TG Seafood í Hvalba.
- Hetta merkir tó ikki, at øll onnur vinna ikki eisini hevur stóran týdning fyri okkara økið. Fjøllbroytt vinna gevur stabilitet og inntøkur, bæði til tey, sum eru í hesum vinnum og í kommunukassarnar.
Lítil vøkstur
Tað, sum tó harmar Kristin Michelsen og aðrar borgarstjórar í Suðuroy, er, at her sæst ov lítið til fólkavøkstur, eins og kommunurnar í Suðuroy ikki síggja tann inntøkuvøkstur, sum eru í samfelagnum annars.
- Tað er einki at dylja yvir, at vit her suðuri eru eftirbátar, men vit vita eisini, hvat skal til fyri, at hetta skal broytast.
Borgarstjórin vísir á, at Smyril, sum nú er við at gerast gamal og slitin, megnar ikki at veita suðuroyingum ta tænastu, sum dagsins samfelag krevur.
- Tað er bara ein spurningurin um tíð, nær hetta ikki ber til longur. Tí er einasti møguleiki, um Suðuroyggin skal fáa lut í vøkstrinum í samfelagnum, at vit skjótast gjørligt fáa fast samband við meginøkið, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.