Leygarkvøldið er stóra live-sendingin Hvonn Live hjá Rás2 aftur á skránni. Hesaferð verður millum annað livandi tónleikur við upprunaligu hittmakarunum í Føroyum og kjak millum ein samfelagsfrøðing og ein rørsmið í løgtinginum Hvussu er at taka truplar avgerðir sum kringvarpsstjóri og at standa ímóti, tá ið ágangurin er harður. Tað fer Annika Mittún Jacobsen millum annað at greiða frá í Hvonn Live á Rás2 leygarkvøldið.
Triðja sendingin í røðin Hvonn Live hjá Rás2 verður á skránni leygarkvøldið klokkan 19.00.
Millum gestirnar í sendingini hesaferð verða Eivør Pálsdóttir, Annika Mittún Jacobsen, Tey av Kamarinum og Randi Wardum.
Eisini fara løgtingslimirnir Sjúrður Skaale og Gerhard Lognberg at kjakast um, hvønn týdning útbúgving hevur fyri politiska arbeiðið í løgtinginum.
Hvonn Live verður send á Rás2 leygarkvøldið millum kl. 19 og 22. Fólk eru eisini vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini har.