Hvussu fært tú hina nógv eftirspurdu plátukontraktina?

Aftaná Prix Føroyar Finaluna leygarkvøldið spyrt tú møguliga teg sjálvan. Hetta var so endin av kappingini í ár

Aftaná Prix Føroyar Finaluna leygarkvøldið spyrt tú møguliga teg sjálvan. Hetta var so endin av kappingini í ár

- og hvat gera vit so?. Hvusssu koma vit víðari - Hvussu kunnu vit finna eitt plátufelag ið vil útgeva okkara tónleik uttanlands? Tí hevur tað tydning at tú spyrt teg sjálvan - hvussu virkar ?plátubransjan? uttan fyri Føroyar yvirhøvur?.

Allir hesir spurningar kanst tú fáa svaraðar týsdagin, 13.4. kl. 17.00 í Norðurlandahúsinum. Stjórin fyri plátufelagið CMC í Danmark fer at halda ein fyrilestur um ?plátubransjuna? , hvussu hon virkar og serstakliga um tað at fáa eina plátukontrakt. Fyrilesturin varir í umleið 90 minuttir .

Jens Ove Friis hevur 25 árs royndir frá plátuútgávuvirksemi. Hesar royndir hevur hann fingið bæði frá søluarbeiði og útgávuvirksemi í tveimum ymiskum plátufeløgum. Hann hevur arbeitt í 8 ár í tí stóra internationala plátufelagnum PolyGram, har hann í 6 ár var programleiðari. Hann skuldi finna og útvikla nyggj talentir innan fleiri ymiskar tónleikagreinar.

I 1993 setti Jens Ove Friis saman við 2 øðrum á stovn - CMC Records. Hetta plátufelagið vaks seg skjótt til eitt stórt plátufelag, og nú arbeiða 30 fólk á CMC Records. Tað er tað stóra multinationala plátufelagi EMI í Onglandi, ið nú eigur CMC-Records. CMC er plátufelagið hjá triðja hvørjum donskum plátuaktuellum tónleikara. Vit kunnu t.d. nevna Lars Lilholt Band og Shu-bi-dua . Í løtuni arbeiðir Jens Ove Friis við at seta á stovn eitt heilt nytt plátufelag, ið serstakliga skal arbeiða við nýggjum nøvnum innan allar greinar. Og hvør veit, kanska verður tað eisini eitt føroyskt navn á listanum.

Fyrilesturin er ikki einans fyri tónleikarum, men eisini fyri fólki sum vilja vita meira um tónleikútgávuvirksemi. Hvussu ein CD verður til, og hvat tað er, sum ger ein plátuartist til eina stjørnu.