Annita á Fríðriksmørk, framsøgufólk hjá Tjóðveldisflokkinum í Heilsumálum
Tá eg ikki kenni orsøkina til uppsøgnina av leiðandi yvirlæknanum, fari eg ikki at leggja meg útí, um tað var rætt ella skeivt at siga hann úr starvi. Tað, sum er komið alment fram, kann neyvan verða grundarlag fyri uppsøgn, og er møguliga heldur ikki allur sannleikin? Vit vita ikki. Vit lesa. Vit lurta. Og vit gita&
Heldur landsstýrismaðurin, at tað sum leiðandi yvirlæknina hevur gjørt ikki kundi forsvarast við eini nøs ella við eini ávaring, men bara við eini uppsøgn, so hevur evsti myndugleiki tala, og harvið verður tað!
Men tá ið landsstýrismaðurin í Heilsumálum ikki vil gera nakra viðmerking til málið, við tí grundgeving, at talan er um eitt persónsmál, so er hetta ein sannleiki við motifikatiónum. At siga ein leiðandi yvirlækna úr starvi, er ikki bara eitt persónsmál. Slík atgerð nervar fyrst og fremst alt landssjúkrahúsið, og loypir hvøkk á øll tey, sum varða av hesum øki. Fyri okkum, sum uttanfyri standa er talan í veruleikanum líka nógv um eitt heilsumál sum eitt persónsmál. Og tað er tað heilsumálsliga, sum fær meg at taka pennin. Hetta fyri at reisa spurningin, um førleikin á landssjúkrahúsinum ikki hevur fingið ein undir vangan?
Og táið eg seti spurning við førleikan, so er tað tí, at er tað nakað, vit ikki hava ov nógv av í Føroyum, so eru tað serfrøðingar innan læknavísind. Og er tað nakað sum er grundarlagið undir okkara vælferðarskipan, so er tað eitt vælvirkandi heilsuverk, sum m.a. skal verða innbjóðandi fyri serfrøðingar at koma til. Tí vóni eg, at ovasti politiski myndugleikin hevur hugsað plan B, tá ið slík álvarslig stig verða tikin. Og góðtikin! Og plan B má m.a. verða at tryggja, at førleikin sum leiðandi yvirlæknin á landssjúkrahúsinum Jóhan Petur Davidsen hevur, verður tryggjaður á landssjúkrahúsinum.
Spurningurin til Hans Paula Strøm er tí, um hann hevur tryggjað, at landssjúkrahúsið varðveitir førleikan innan økið hjá uppsagda yvirlæknanum, nú hesin er sagdur úr starvið?
P.S. Sum skilst á Útvarpið Føroya og á føroysku bløðunum, so er orsøkin til uppsagnina, at JPD hevur lagt sjúklingar undir skurð, meðan verkfallið var. Skurðviðgerðir, sum leiðslan ikki helt verða bráðneyðugar, og sum hon tí hevði útsett til verkfallið var av, men tó uttan at siga JPD frá.
Er hetta so, kann eg ikki lata verða við at vísa á tann paradoksala hugburðin, sum valdar. Sami landsstýrismaður, sum undir lógligum verkfallli mælir til at lóggeva part av verkfallsrakta økinum til arbeiðis, sigur í sama mánaði leiðandi yvirlækna úr starvi, tí hesin um somu tíð var til arbeiðis og legði sjúklingar undir skurð.
Er hetta so, verður í øllum førum skorið út í papp, hvussu nógv týdningarmiklari samgongan heldur, at Smyril er enn Landssjúkrahúsið.