»Brennidepilin« í vikuskiftissendingini hjá Útvarpi Føroya er aloftast sera áhugaverdur, og hann var tað ikki minni, tá ið ÍSF-forsetin Heðin Mortensen varð gestur í útvarpsstovuni fríggjadagin í farnu viku!
ÍSF-forsetin hevur alt rós uppiborið fyri strembanina at útvega Føroyum limaskap í altjóða olympiska ráðnum I.O.C. - og í hesum sambandi ynski eg at seta Heðini Mortensen ein fyrispurning: Hvussu kunnu Føroyar gerast limur í I.O.C. tá øll hini limalondini í I.O.C. eru suverenir statir og ella sjálvstøðug lond?
Sum spaniumaður (og gamal Franco-stuðul!) sær Antonio Samaranch, I.O.C.-forseti neyvan øðrvísi uppá Danmørk kontra Føroyar, enn hann sær uppá Spaniu kontra Baskaralandið!
Tí er sera ivasamt, at Samaranch letur olympisku grindina upp fyri Føroyum við núverandi ríkisrættarligu støðu Føroya mótvegis Danmørk.
Annars hevur Liechtenstein vunnið bæði gull og silvur á olympiskum vetrarleikum, ikki sum sveitsiskt heimastýri, men sum suverenur statur - fyri at nevna eitt dømi í føroyskari stødd!
Vinarliga
H. Á. Simonsen.
P. S. Annars kunnu vit bert takka søguligu rættindunum hjá Skotlandi, Wales og Norður-Írlandi, sum annekteraðar tjóðir í United Kingdom (Bretlandi) fyri at vit eru limir í FIFA og UEFA.
Fyrst í nítiárunum var uppskot frammi um, at Bretland bert skuldi hava eitt landslið í FIFA-høpi, tí Skotland, Wales og Norður-Írland vóru ikki sjálvstøðug lond, tíbetur fall hetta uppskotið, annars høvdu vit óivað eisini farið út í myrkrið!