Donsku ríkisveitingarnar eru um 20 milliardir verdar. Um olja verður funnin av umleið somu nøgd sum í Hetlandi, verða ríkisveit-ingarnar minkaðar munandi, møguliga verða tær minkaðar heilt burtur.
Danir fáa sostatt allan fíggjarliga vinningin, um føroyingar finna olju, nevnliga 20 milliardir krónur. Føroyingar gerast sostatt als ikki ríkari av, at vit finna olju. Hinvegin kunnu føroyingar vinna munandi størri búskaparligt frælsi burturúr oljuvinnuni, um rætt verður farið fram.
Búskaparlig ávirkan av oljuni
Nógv hevur verið spekulerað og hugleitt um hvussu oljan fer at ávirka føroyska samfelagið. Tað vil siga, um nú nøkur olja er har. Hinvegin sær tað ikki út til at nakar hevur hug at siga nakað um hvussu tað fer at ávirka Føroyar búskaparliga, um olja verður funnin. Undirritaði skal við hesi grein geva eitt boð uppá, hvussu tað fer at ávirka Føroyar, um eins nógv olja er í føroysku undirgrundini, sum tað er í økinum vestan fyri Hetland.
Er oljan 360 milliardir verd ?
Avtalan um at føroyingar skuldu eiga rættin til tað ríkidømi, sum er í undirgrundini, førdi fyrr í ár til stórt rok í Danmark. Tá varð sagt í Ekstra Blaðnum, og endurgivið av føroyskum fjølmiðlum, at oljan í føroysku undirgrundini var 360 milliardir krónur verd. Poul Schluter varð av øðrum politikarum ákærdur fyri at hava latið føroyingum hetta ríkidømið undir alt ov lagaligum treytum, nevniliga, at ríkisveitingarnar skuldu minkast um føroyski landskassin fekk inntøkur frá oljuni.
Sum vit skulu síggja er talið 360 milliardir púra órealistiskt. Hóast hetta, so varð talið 360 milliardir endurtikið upp í saman av fjølmiðlunum. Skal hetta talið vera rætt, so skulu vit finna 3-4 ferðir so nógva olju, sum funnin er vestan fyri Hetland. Harafturat skal havast í huga, at virðið av oljuni fyri landskassan bert er ein brotpartur av virðinum av oljuni, meðan hon liggur í undirgrundini.
Vit fara eisini at síggja, at avtalan um at minka av ríkisveitingunum, so hvørt sum føroyingar fáa oljuinntøkur, er sera snild, sæð frá einum donskum sjónarmiði.
Er nøkur olja har ?
Tað, at nøkur oljufeløg tíma at leita eftir olju á markinum millum Føroyar og Hetland, verður av nógvum tikið sum fullgott prógv fyri, at olja er í føroyskum øki. Tað má tó eisini havast í huga, at oljufeløg hava borað vestan fyri Hetland í 10-15 ár. Útvið 100 brunnar eru boraðir, og bert tvey oljuøki eru funnin, sum eru vinnuliga berandi. Tað, at oljufeløg bora, er eingin trygd fyri at olja er har, men er heldur ein ábending um, at ávís sannlíkindi eru fyri, at olja er har. Um ein royndarboring út av fimm eydnast, so verður hetta roknað sum eitt gott úrslit av oljufeløgunum.
Fyritreytir
Vit fara í hesi greinini at nýta tær nøgdirnar av olju, sum funnar eru vestan fyri Hetland, og sum tað er vinnuliga forsvarligt at fara eftir. Oljuleiðirnar Foinaven og Shiehallion høvdu ávikavist 250 milliónir og 350 milliónir føt av olju, tilsamans 600 milliónir føt.
Roknað er við ein oljuprísi uppá 21 dollarar pr. fat. Í 1998 var oljuprísurin 10-12 dollarar, hann hevur síðan verið uppi ímóti 30 dollarar. Oljuprísurin hevur í seinastuni verið um 23-25 dollarar, men hann er sera svingandi. Nevnast kann, at í kolvetnisskattalógini hevur føroyska fyrisitingin nýtt oljuprísir uppá 17 dollarar og 25 dollarar. 21 dollarar er tí bert eitt leysligt met, sum hóast alt liggur miðskeiðis í teimum prísunum vit hava sæð seinastu fimm árini.
Dollarin verður settur til 8 kr. Oljuprísurin er sostatt 168 kr. pr. fat.
Virðið av oljuni meðan hon liggur í undirgrundini
Vit kunna sostatt koma fram til, at oljan hevur eitt virði uppá 600 milliónir føt ferðir 168 kr. meðan hon liggur í undirgrundini, tað er 100,8 milliardir krónur.
Kostnaðurin av at fáa oljuna upp
Tað er sera ymiskt frá oljuøki til oljuøki, hvussu dýrt tað er at fáa oljuna upp. Sum tað sæst í talvuni (Framleiðslukostnaðir), so er kostnaðurin 1,5 dollarar pr. fat niðri í Saudi-Arabia, 2,5 dollarar í Azerbaidjan, 12 dollarar í norskum øki, og 13 dollarar í enskum øki. Hinvegin ger tøkniligi framburðurin, at kostnaðurin kemur longur niður við tíðini. Føroyska økið verður tó roknað sum eitt torført øki, bæði tí veðrið er verri enn td. í Norðsjónum, og tí borað verður á stórum dýpi. Í føroysku oljuskattalógini verður kostnaðurin mettur til 10,5 dollarar. Hesin kostnaður skal sostatt dragast frá áðrenn ein kann koma fram til, hvussu nógv oljan er verd fyri oljufeløgini og landskassan tilsamans.
Skoytast kann uppí, at tann høgi kostnaðurin er ein høvuðsorsøk til, at Føroyar ikki gerast nakað nýtt Kuwait.
Virðið fyri oljufeløg og landskassan
Tá kostnaðurin er frádrigin hava vit funnið fram til, hvussu nógv oljan er verd fyri oljufelagið. Sum nevnt omanfyri, er bruttovirðið umleið 21 dollarar og um kostnaðurin er 10,5 dollarar, so er nettovinningurin 10,5 dollarar pr. fat.
Hesum vinningi skal oljufelagið gjalda skatt av til føroyska samfelagið. Um talan er um eitt oljuøki av heldur vánaligari ella vanligari dygd og stødd, so er skattaprosentið 27 %. Um oljuøkið hevur nógva olju, sum er løtt at taka upp, so kann skattaprosentið fara upp til 40 %. Í roknistykkinum er roknað við hampuliga góðum (rentablum) oljuleiðum, og skattaprosentið sett til 33. Oljufelagið fær sostatt tveir triðingar av 10,5 dollarum pr. tunnu, tað er um 7 dollarar, meðan landskassin fær ein triðing av 10,5 dollarum pr. tunnu, tað er um 3,5 dollarar.
Um oljan er 100,8 milliardir verd har sum hon liggur (ella ikki liggur), so merkir hetta, at fyri at fáa oljuna upp, so kostar hetta 50,4 milliardir, bruttoinntøkan hjá oljufeløgunum verður 50,4 milliardir, nettoinntøkan (tveir triðingar) verður 33 milliardir, meðan skattainntøkan hjá landskassanum verður slakar 17 milliardir. (Sí talvu: Virði av olju fyri landskassan)
Vandin við at fáa 17 milliardir inn í búskapin
Tá oljufeløgini hava gjørt so stórar íløgur, sum talan er um í slíkum førum, so eru tey í fyrsta lagi noydd at vinna so nógv av íløguni inn aftur so skjótt sum gjørligt. At framtíðar inntøkur eru minni verdar enn inntøkur her og nú, ger, at oljufeløgini hava eitt insitament afturat at taka oljuna upp so skjótt sum gjørligt. Hetta ger, at føroyski landskassin í nøkur ár fær milliardir í eykainntøkum. Um ikki rætt verður atborið, so verður tað til stóran skaða fyri føroyska búskapin um hesin peningurin verður brúktur og settur í umfar í føroyska samfelagnum. Verður peningurin brúktur, so kann hetta lættliga seta gongd á eina stóra inflatión, sum førir til stóran lønarvøkstur, sum við tíðini kann gera føroyska vinnulívið ókappingarført. Tá so oljan einaferð er uppi, hava vit einki vinnulív, sum kann uppihalda føroyska samfelagnum.
Skal oljan hava nakra positiva ávirkan fyri Føroyar, er tað sostatt alneyðugt at oljupengarnir verða beindir í ein grunn, so teir ikki trýsta kostnaðarstøðið uppeftir. Ein kann við tíðini taka nakað út av peninginum, til dømis árliga realavkastið uttan at hetta ger alt ov stóran skaða á føroyska samfelagið.
Føroyar verða ikki nakað Kuwait
Um vit koyra 17 milliardir í ein grunn, hvussu nógv hava so 17 milliardir at týða fyri føroyska búskapin ? Um vit rokna við einum realavkasti uppá 3 prosent, so gevur hetta eina inntøku uppá 510 milliónir árliga.
Roknar ein hinvegin uppá persón, so svara 17 milliardir til eina ogn hjá hvørjum føroyingi uppá 370.000 kr. Vit verða sostatt ikki millióningar av at finna 600 milliónir føt av olju. Eitt realavkast uppá 3 prosent av 370.000 gevur eina árliga eykainntøku uppá 11.000 til hvønn føroying. Talið tykist sera lítið, men hinvegin skal ein hava í huga, at tá er inntøkan býtt út á hvønn nýføðing og hvønn pensiónist. Av tí at bert umleið 24.000 av samlaða íbúgvatalinum uppá 46.000 verða roknað uppí arbeiðsstyrkina (tey, ið kunnu og ynskja at arbeiða) so munar ein upphædd uppá 11.000 munandi meira enn tað kanska tykist í fyrsta umfarið.
Niðurstøðan er, at vit ikki skulu rokna við nakrari stórari eykainntøkan frá oljuni, men at vit hinvegin fáa eitt ískoyti, sum liggur um 45.000 fyri eina familju við tveimum børnum.
Ríkisveitingin verður minkað burtur.
Verða vit ríkari, um vit finna olju? Tað veldst, hvørjar fyritreytir ein annars setir. Tá Poul Schluter gjørdi avtalu við føroyingar fyrst í 90 árunum, um at ríkisveitingin skuldu minkast í mun til oljuinntøkurnar hjá Føroyum, visti hann hvat hann gjørdi. Um ríkisveitingin er 1250 mió. kr. og veksur við prístalinum, so hevur hon eitt samlað kapitaliserað virðið uppá 31,3 mia. kr. Hetta er tó neyvan eitt realistiskt alternativ. Hvørki føroyingar ella danir hava áhuga í, at ríkisveitingin verður hildin á einum so høgum støði. Roknar ein hinvegin við einari ríkisveiting uppá 1250 mió., har upphæddin ikki veksur við prístalinum, so hevur ríkisveitingin eitt virðið uppá 20,8 mia. kr. Hetta er kanska eitt meira realistiskt alternativ. Í løtuni sær tað út til, at ríkisveitingin verður 900 mió. kr. (heildarveiting 650 mió. og danskar útreiðslur fyri 250 mió. kr.). Verður henda upphædd hækkað við prístalinum hevur hon eitt kapitaliserað virðið uppá 22,5 mia. Í báðum førum hevur ríkisveitingin eitt kapitaliserað virðið uppá stívliga 20 mia. kr.
Um føroyingar finna olju, so verða tað sostatt danir sum fáa allan fíggjarliga vinningin av hesum. Teir kunnu kunnu spara ríkisveitingina burtur eftir stuttari tíð, uttan at livistøðið broytist stórvegis í Føroyum. Harvið fáa teir ein vinning uppá umleið 20 mia. í spardum útreiðslum.
Føroyingar fáa sostatt ongan fíggjarligan vinning um vit finna olju. Hinvegin fáa vit eina inntøkukeldu afturat, og enntá eina inntøkukeldu, sum ikki fylgir útsvingunum í fiskivinnuni. Harvið fáa vit munandi størri fíggjarligt sjálvbjargni.
Tað skal ikki lítisvirðast. Uttan mun til um fólk annars ganga inn fyri fullveldi ella ikki, eiga vit at stremba ímóti at gera Føroyar meira búskaparliga sjálvbjargnar.
Fleiri av teimum, sum hava tikið lut í orðaskiftinum í seinastuni hava ivast í, um ein møgulig oljuvinna yvirhøvur verður til gagns fyri Føroyar og um føroyingar yvirhøvur eiga at ynskja sær, at olja er í føroysku undirgrundini.
Undirritaði heldur tó, at við omanfyrinevndu fyritreytum, og við tí fyritreyt at føroyskir politikarar halda fingrarnar langt burtur frá oljupengunum, so eru útlit til, at ein møgulig oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri land okkara.
Avleitt virksemi
Undirritaði hevur einki gjørt við at meta um møguligt avleitt virksemi av oljuvinnuni. Onnur orsøkin er, at tað er sera torført at meta um, hvussu stórt eitt tílíkt virksemi kundi verið, m. a. í hvussu stóran mun føroyingar kunnu gera seg galdandi í avleiddu vinnunum. Hin orsøkin er, at tað verður torført at fáa varandi virðir burtur úr avleidda virkseminum. Sjálvt um føroyingar skuldu klára seg væl í avleiddu vinnunum, hevði tað verið sera torført at nýtt upparbeidda serkunnleikan í øðrum londum, serliga tí oljuvinnan er í minking í hinum europeisku oljulondunum. Sum tað sæst í talvuni (Prógvaðar oljugoymslur), hava hvørki Danmark, Noreg ella Bretland langa tíð eftir sum oljulond. Samanumtikið má sigast, at tað er sera torført at gera metingar um, hvussu stórt avleitt virksemi vit skulu rokna við, og um tað kann fáa positiva ávirkan á føroyska samfelagið í longdini.