Hvussu nógv fólk vóru í flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi?

26. sept 1970 hendi syndarliga flogvanlukkan í Mykinesi, sum kostaði 8 fólkum lívið.

 

Í tíðindunum, sum bórust henda feigdardag var upplýst, at 34 fólk vóru umborð á flogfarinum. Onnur av flogternunum, sum var við á hesum túri, var við barn,  og uml. 6 mánaðar seinni átti hon ein vælskaptan son. Hesin sonur hennara, sum var einasta barn, hon fekk, er í dag 51 ára gamal, og hevur konu og børn.

 

So er spurningurin: Vóru 34 fólk við flogfarinum, ella….?