Jan Danielsen
----
Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður hevur alment boðað frá, at nú skal verða gjøgnumskygt, hvussu almennur peningur verður nýttur. Hesum taki eg fult undir við.
Fólk í almennum starvi skulu smb. løgmanni í framtíðini ikki fáa almenna løn, og samstundis løn fyri at sita í almennum nevndum og ráðum. Alt gott um tað.
Tað finnast neyvan fleiri nevndir og ráð, sum einans eru mannaðar við alment settum starvsfólkum. Ætlar løgmaður at gera mun á hesum nevndarlimum? Tey alment settu skulu ikki fáa nevndarløn, meðan tey privat settu fáa?
Sjálvur eri eg í leiðandi almennum starvi, og eri ikki limur í nøkrum nevndum ella ráðum. Men tað havi eg verið. Eg havi bæði verið nevndarlimur og nevndarformaður í almennum nevndum og ráðum. Vit royndu altíð at leggja okkara fundir so seint upp á dagin sum gjørligt, júst fyri at órógva arbeiðstíðina minst møguligt. Gangi út frá, at flestu nevndir og ráð gera á sama hátt.
Flestu almennu stovnar hava stempulskipan, sum neyvt skrásetur tíðina, tá tú ert til arbeiðis. Tí meti eg ikki, at alment sett starvsfólk forsøma arbeiðstíð, við at sita í onkrari nevnd ella ráði.
Ikki fyri at seta niður á øll tey góðu vælskikkaðu fólk í privatum starvi, men tað vera uttan iva færri skikkaðir nevndarlimir at velja ímillum.
Tú tekur eina stóra ábyrgd á teg, tá tú játtar at koma í nevndir ella ráð. Tá hetta framyvir skal vera uttan løn fyri gott og krevjandi arbeiðið, so vænti eg tíverri harra løgmaður, at tað verður trupult at manna nevndir og ráð við skikkaðum fólki, sum sita í almennum starvi.
Sum nevndarlimur brúkar tú eisini nakað av tíð uttan fyri fundirnar. Tað er til fyrireiking o.tl. Og sum nevndarformaður brúkar tú nógv meir tíð, enn vanligir nevndarlimirnir gera.
Eg havi onki ímóti at málið verður tikið upp, og lagt á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni. Men eg ivist í, um tað tænir endamálinum at siga, at fólk í almennum starvi ikki skulu fáa løn fyri at sita í almennum nevndum og ráðum.
Ístaðin kundi skipanin verið gjørd so, at samsýningin verður ásett eftir ábyrgd og tíðarnýtslu, tí samsýningar í ymsu nevndunum í dag eru sera ymiskar.