Marni Olsen
Valevni Javnaðarfloksins til Tvøroyrar býráð
Sí www.suduroy.nu
?????????
At bjóða seg fram, sum valevni til komandi býráðsval er ikki lætt, tí tað eru so nógv ymisk viðurskifti, ein eigur at hugsa um. Tá talan er um samfelagsviðurskifti, má man vita, at raðfestir man eitt øki høgt, er avleiðingin, at eitt annað øki kann blíva fyri vanbýti. Tí er umráðandi at tær raðfestingarnar, sum verða gjørdar, eru væl umhugsaðar. Fráflytan og ørkymlan hevur higartil verið ein alt ov stórur partur av gerandisdegnum á Tvøroyri. Tað er eitt týðiligt tekin um, at trivnaðurin ikki er í lagi á plássinum. Og hvat er so trivnaður? Í mínum hugaheimi er tað millum annað:
?at fólk hava eitt trygt arbeiði
?at børnini ikki eru í vanda í ferðsluni
?at ungdómurin hevur tryggar karmar at virka og mennast undir í frítíðini
?samstarv
Um vit taka arbeiði fyrst, so er ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum flyta til Tvøroyrar, at lítið og onki arbeiði er at fáa, serliga til kvinnur. Hetta er ein stórur trupuleiki, sum eitt komandi býráð má raðfesta høgt at fáa loyst. Tí má alt gerast, fyri at betra um vinnumøguleikarnar, bæði innanfyri tað privata og tað almenna.
Ungdómurin á Tvøroyri hevur sera ringar umstøður fyri at virka og mennast. Tí er umráðandi at fáa skapt tryggar, spennandi og mennandi karmar, fyri einum ungdómsumhvørvi her á Tvøroyri. Tildømis við at fáa nýtt gomlu heilsøluna á Hvítanesi, til okkurt, sum líkist Margarinfabrikkini í Havn. Møguleikin fyri at tey ungu venda aftur til Tvøroyrar eftir lokna útbúgving, er nógv størri, um tey hava góð minnir frá teirra ungdómstíð á Tvøroyri.
Børn og vaksin til gongu ella á súkklu, eru í sera stórum vanda á vegunum á Tvøroyri. Gongubreytir eru ongar í stórum parti av býnum, umframt at als onki er, sum forðar skilaleysu koyringini, sum vit alt ov ofta eru vitni til. Tí er neyðugt at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Vit borgarar á Tvør-oyri hava ofta eina kenslu av, at gingið verður í fleiri bólkum her á staðnum. Neyðugt er, at komandi býráðslimir eru førir fyri, at ganga undan í samstarvi, til tess, at savna allar góðar kreftir, Tvøroyri at frama. Líka so neyðugt er, at samstarv-ið við Landsins myndugleikar er betri, enn vit ofta hava varhugan av, at tað er. Býráðið eigur, bara, at seta seg inn í, hvørjar lógir og reglur, eru galdandi á ymisku økjunum. Ongin grund er til, at brúka tíð og orku hjá býráðnum, til at stríðast við myndugleikarnar, sum vit sóu tað í málinum um frítíðarskúlan.
Hesi mál eru so nøkur teirra, sum takast mugu upp, til tess at betra um trivnaðin á Tvøroyri. Nógv onnur mál eru eisini at tríva í, og uppaftur onnur fara at koma fram. Tí er neyðugt, at verða fleksibul, og kunna seta seg inn øll mál, stór og smá, tora at hugsa ótraditonelt, og síggja møguleikar, tá nýggjar støður stinga seg upp.