- Hyggja eftir damum

Klæmint Klakk og Mikkjal Olsen, sum eru kendir fyri at gera smærri filmar, sum teir leggja á youtube, høvdu leitað sær til Havnar á ólavsøku í dag.

"Vit komu í gjár til Ó konsertina. Hon var fín, men ikki so nógv fólk. Vit komu tó mest fyri at lurta eftir Páll Finnur Páll, sum vóru genialir" sigur Mikkjal, sum er búsitandi í Klaksvík og fyri fyrstu ferð er á ólavsøku í ár.

Hóast Klæmint og Mikkjal hava gjørt nógvar filmar og sum tað síðsta eitt videolag til Grandma's Basement, so er tað ikki júst filmar, teir ætla at brúka ólavsøkuna til.

"Eg veit ikki við Mikkjal, men eg eri mest av øllum komin fyri at hyggja eftir damum. Vit hava so nógvar flottar gentur her í Føroyum, so tað er torført ikki at hyggja. Annars eri eg eisini komin fyri at lurta eftir tónleiki," sigur Klæmint.

"Jújú, eg eri eisini komin fyri at hyggja eftir gentum," er Mikkjal skjótur at skoyta uppí.

"Annars fara vit bara at gera tað vanliga: At ganga oman og niðan og heilsa upp á fólk," sigur Klæmint at enda.