Meiningarnar millum fólk vóru ógvuliga ymiskar, tá sendingin um føroyska stripparan, Victoriu Wild, hevði verið í sjónvarpinum 20. januar í ár. Var sendingin ov fúl? Var livihátturin hjá Victoriu Wild andstyggiligur? Tørvaði gentuni hjálp, tí hon dansaði fyri skjótiglaðum rokkarum, var kynsliga misnýtt og hugsaði um at gera sjálvmorð? Ella var tað kærkomið, at Kringvarp Føroya varpaði ljós á eina føroyska gentu í Keypmannahavn, sum kendi tað ov trongt í Føroyum, onga nøktandi hjálp tóktist at hava fingið og annars pilkaði glansin av føroyskum monnum, ið gera, sum teir vilja, á horuhúsum í danska høvuðsstaðnum?
Sendingin reisti nógvar spurningar, og tað gjørdi eisini sendingin um samkynda Ova, ið hevði fingið sær navnið Dennis Agerblad. Hann dansaði saman við sínum vinmonnum í konufólkaklæðum, var giftur við sínum elskaða sjeiki og greiddi frá, at Tóroddur Poulsen hevði sæð hansara listarliga pissiling í Listaskálanum. Ja, ónda verð, soleiðis hevur skilið verið í Kringvarpinum í seinastuni. Var Dennis ein fittur mammusa drongur, ella tørvaði honum hjálp at gerast normalur? Ella var hann bara ok, men øðrvísi? Meiningarnar eru uttan iva ymiskar, og júst soleiðis vildi maðurin handan sendingarnar, Bjarni Árting Rubeksen, hava tað.
– Nógvir mátar eru at gera dokumentarsendingar. Fólk eru kanska mest von við at hoyra ein journalist siga søguna við orðum, og so eru samrøðubrot inni í frásøgnini, har fólk sita pen og pyntilig og úttala seg. Eg vil koma tættari í mínum frásagnum og vera sum flugan á vegginum við upptøkutólinum. Hyggjarin skal sjálvur tulka tað, hann sær og hoyrir, og taka støðu til veruleikan, um so veruleikin er bæði ónormalur og løgin. Eg geri altíð upptøkurnar við handhildnum kamera. Tá sleppi heilt tætt at fólki og fái sagt søguna so væl sum gjørligt, sigur Bjarni Árting Rubeksen, ið legði sendingarnar um Victoriu Wild og Dennis Agerbald til rættis saman við Elini í Stórustovu.
Broytti stíl á Transit
Bjarni Árting Rubeksen er 48 ára gamal og hevur starvast í Kringvarpinum síðan í februar 1985, tá hann byrjaði í útvarpinum. Tann tá einans 23 ára gamli teknikarin fekk seg royndan frá fyrsta degi. Hann varð settur at gera ein útvarpsleik um Oliver Twist saman við Høgna Joensen. Bjarni minnist aftur á uppgávuna við einum longsulsfullum smíli, tí hon var fantastisk, heldur hann. Teir báðir gjørdu 12 partar á ein tíma hvør, og fleiri enn 100 fólk vóru við í leikinum. Arbeiðið tók eitt hálvt ár. Hetta var hansara kreativi elddópur sum loftmiðlamaður, eitt ódnartak, sum varð væl fagnað millum lurtararnar. Men sjónvarpsmiðilin dró meira enn útvarpsmiðilin.
– Dreymurin hjá mær var at sleppa at gera sjónvarp, tí eg havi altíð verið hugtikin av myndum. Eftir stutta tíð í útvarpinum fór eg so í sjónvarpið. Tað var 1. oktober í 1986, so nú havi eg skjótt 25 ára starvsdag sum sjónvarpsmaður. Eg eri sjálvlærdur fotografur og klippari. Tann fyrsta sjónvarpssendingin, eg var við at gera, var barnasendingin Fram við Gjónni. Hana gjørdu eg og Per Zachariassen saman við Zachariasi Hammer. Í míni tíð í sjónvarpinum havi eg gjørt fleiri enn 100 sendingar, eitt nú um listafólk, politistar, ølfjepparar, samar, djóralæknar, stripparar, samkynd og laksafiskarar, sigur Bjarni Rubeksen.
Kortini var tað ikki í sjónvarpinum, at hann menti sín serliga hátt at filma so livandi, sum hann ger. Í 1994 var hann upptøkumaður á donsku ungdómssendingini Transit, har Per Zachariassen var framleiðari. Á redaktiónini vildu tey gera upp við gamlar mátar at arbeiða uppá. Fotografarnir nýttu sjáldan stativ, tí teir vildu heldur hava upptøkutólini í hondini ella á økslini. Myndirnar vóru tí ófriðarligar, og klippini vóru ótolin sum ungdómurin sjálvur. Eftir tíðina á Transit slepti Bjarni stativinum og fór at filma við leysum kamera. Tað gav søgunum, hann vildi siga, ein heilt annan dynamikk. Uppaftur fleiri royndir fekk hann, tá hann sum fotografur arbeiddi saman við donsku skemtarunum, Timm og Gordon, í 1997 og var við til at filma Den Store Mission hjá TV 2 í 2000.
– Den Store Mission var ein stór framleiðsla við eini fíggjarætlan upp á tríggjar milliónir hvørja ferð, og vit gjørdu 10 partar. Eini 80 fólk arbeiddu saman um sendingina. Á Transit vóru vit 15 fólk, sum skuldu levera ein hálvan tíma hvørja viku. Tað var annað lív enn í Føroyum, her vit eru nógv færri at gera sendingarnar, sigur Bjarni Árting Rubeksen.
Øll hava eina meining
Dokumentarsendingar eru mangan væl umtóktar, tí tær greiða frá veruleikanum á sera spennandi hátt. Hugtakandi eru sendingar um t.d. vanlukkur, politiskar søgugongdir og fløktar húsagangir, har tann alvitandi frásigarin greiðir frá, hvussu alt fór fram, og at enda tekur saman um orsøkirnar. Ein annar nógv brúktur háttur er so at siga frá einum lítlum petti av veruleikanum sum eygleiðandi frásigari. Tann eygleiðandi frásigarin er til staðar við kameranum, men hoyrist ikki. Hann er ein listarligur dokumentaristur, sum ikki vil gera niðurstøðurnar fyri fólk, men lata fólk gera sínar egnu niðurstøður. Ein tann kendasti danski dokmentaristurin er Lars Engels, ið hevur gjørt 60 filmar á hendan hátt.
– Lars Engels er ein av mínum fyrimyndum, og ein onnur fyrimynd er enski dokumentaristurin, Paul Watson. Hann sigur m.a., at sum dokumentaristur skalt tú minnast til, at tú ert ikki journalistur, men søgusigari. Tú skalt ikki siga fólki, hvat hendir, men vísa teimum tað, og so skalt tú haraftrat geva hyggjarunum tað, sum teir ikki vistu, at teir vildu síggja. Sjálvandi hava fólk sera ymsar meiningar, tá tey fáa eitt petti av einum øðrvísi veruleika borið inn í stovuna, men Clint Eastwood sigur tað rættiliga beinrakið: »Opinions are like assholes. Everbody has one!« At fólk hava ymsar meiningar, er frálíkt, og umráðandi er, at tey meina okkurt, tí tað ringasta hevði verið, um øll vóru líkaglað. So var mítt arbeiði ikki nóg væl gjørt, sigur Bjarni Árting Rubeksen.
Í sendingini um Victoriu Wild vóru fleiri brot, sum hyggjararnir fingu ilt av. Á einum vertshúsi nurtu gentur við hennara silikonboppur og hildu tær vera deiligar, og á einum polterabend amaðust hon og komandi brúðgómurin uppi í hvørjum øðrum at kalla nakin. Var hetta moralskt forkastiligt og á markinum til porno? Var tað neyðugt at vísa so nógv? Hvat vildi sjónvarpið siga við at vísa alt hetta? Bjarni Rubeksen svarar, at tað hevur hann onga meining um. Hyggjararnir mugu sjálvir gera sína niðurstøðu um tað, teir sóu, men hann leggur dent á, at sendingin var væl umhugsað, áðrenn hon varð send, og fleiri fólk umrøddu, hvussu nógv skuldi vísast. Eisini góvu øll í sendingini loyvi at vísa tað, ið víst varð.
– Eg veit væl, at summar myndir kunnu vera provokerandi, eisini í sendingini um Dennis Agerblad, har menn dansa í konufólkaklæðum á strondini. Men vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri veruleikanum. Fólk halda, at um tey lata eyguni aftur, so finst veruleikin ikki, men hann finst. Vit føroyingar eru sum øll onnur fólk og hava akkurát somu tendensir sum onnur. Hetta kunnu vit ikki avnokta. Tá tú velur eitt evni til eina sending, sum tú vilt hava nógv at síggja, velur tú sjálvandi eitt óvanligt evni, tí fólk eru jú forvitin eftir at síggja tað ónormala og løgna. Men tú fært meg ikki at kalla hetta undirhald. Hetta er veruleikin, og tola vit at síggja hann? Eg sigi ikki, vit skulu góðtaka alt, men eg haldi, at tolsemi er ein dygd, sigur Bjarni Árting Rubeksen.
Eitt slag av dupultmorali
Í farnu viku skrivaði formaðurin í Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag, Uni Næs, eitt lesararbræv um sendingina við Victoriu Wild, og hvat hann fekk burtur úr henni. Hann helt avgjørt, at brotið við føroyska stripparanum og komandi brúðgóminum fór langt út um mark. Somuleiðis helt hann, at søgan um Victoriu var ein harmasøga, men at hyggjararnir sótu eftir við nógvum ósvaraðum spurningum. Hví varð hon misbrúkt og svikin? Hvørja hjálp fekk hon, um hon fekk nakra? Sjónvarpið gjørdi onki fyri at svara hesum spurningum. Tvørturímóti helt tað bara fram at válka sær í niðurgerandi og nærgangandi myndum, skrivaði Uni Næs. Bjarni Rubeksen skilir lutvíst atfinningarnar.
– Eg skilji væl, at fólk sita eftir við ósvaraðum spurningum, tí hesin hátturin at gera dokumentarsendingar leggur bara fram eitt petti av veruleikanum, og tað er tað. Fólk eru meira von við, at tann alvitandi frásigarin tekur samanum og ger allar niðurstøðrunar fyri tey. Uni Næs hevur rætt í, at ein tílík sending skuldi verið diskuterað aftaná, og at fólk í eini kjaksending í t.d. útvarpinum skuldu fingið høvi at sagt sína hugsan um hana. Men tað er áhugavert, hvat fær fólk upp úr stólinum. Sjónvarpið og Dimmalætting vóru herfyri og tosaðu við ein føroying, sum er í Afganistan og kanska má drepa fólk. Tá var onki rok. Eru silikonboppur vandamiklari enn ein alvápnaður hermaður, spyr Bjarni Rubeksen.
Uni Næs minti í sínum lesarabrævi eisini á, hvat endamálið hjá Kringvarpi Føroya er. Hann nevndi, at programmvirksemið hjá Kringvarpinum skal fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Eisini skal Kringvarp Føroya ansa eftir, at sendingar ikki skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Sendingarnar skulu heldur ikki elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi. Ja, lurtarar og hyggjarar hava krav upp á virðiliga viðferð. Tað eiga stjóri og stýri at leggja sær í geyma, skrivaði Uni Næs.
Allar hesar ásetingar eru tey í Kringvarpinum greið um, og allatíðina umhugsa tey sendingarnar etiskt, sigur Bjarni Árting Rubeksen, sum redigerar sínar sendingar í einum leigaðum skúri á parkeringsplássinum aftan fyri útvarpshúsini í Sortudíki. Í sama skúri situr Hans Petur Hansen, sum eisini hevur gjørt nógvar tílíkar sendingar, og redigerar. Bjarni geirðir frá, at hann hevur fleiri jørn í eldinum, nú Victoria og Dennis eru løgd afturum, m.a. nakrar nýggjar sendingar um arbeiðið hjá løgregluni. Tá vit spyrja hann, um hann hevur fingið nakrar kontroversiellar myndir í kassan í sambandi við sendingarnar, nikkar hann loyndarfullur.
– Ja, for tramin, og nú mugu vit so umhugsa, hvussu nógv kann vísast!
- - -
FAKTA:
Bjarni Árting Rubeksen. 48 ár. Giftur við Anniku Petersen. Eiga trý børn, 14, 7 og 5 ár. Byrjaði í útvarpinum 1. februar 1985. Fór í sjónvarpið 1. oktober 1986. Sjálvlærdur fotografur og klippari.
Sendingar: Basalt, Politiaspirantarnir, 1448, E elski Førjar, Djóralæknarnir, Fram við Gjónni, Hin nakni sannleikin, Dennis Agerblad - ein føroysk prinsessa, Maðurin og áin, Maðurin og havið, Sól fýra tímar hvønn dag, Patruljan, sendirøðir um Samaland og Ísland, ein hóp av barnasendingum og fleiri aðrar.
Hevur eisini arbeitt á Transit og Supergejl hjá DR
og Den Store Mission hjá TV 2