Hýruvognar í Klaksvík í 1950/60 árunum

Fyrsti bilurin, sum Eilev í Vági í Klaksvík keypti heim til Føroya at koyra rutukoyring, var ein Standard Vanguard, ið var fluttur heim við farma- og fiskibátinum Poppy úr Leith í Onglandi

Myndin av hesum trimum bilunum (mynd 1) er tikin uttan fyri húsini hjá Jóan Petur Brekku á Lítlubrekku í 1959.) T. e. húsini, sum Vagn Leivsgarð nú eigur).

Jóan Petur koyrdi hýruvognskoyring í Klaksvík og hevði eitt skiftið hesar tríggjar bilarnar.

Bilurin, ið hevur Fø 1182 er ein Ford Taunus, umleið árgang 1958. Hesin bilurin varð eisini kallaður »det flyvende tæppe«. Hann var reyður og hvítur.

Bilurin við nummarinum Fø 64 (bilurin í miðjuni) er ein Vauxhall Cresta árgang umleið 1957. Hesin var myrkt bláur og hvítur.

Tann innasti bilurin, við nummarinum Fø 452, er ein Ford Consul árgang umleið 1955. Hesin bilurin var ljósablaur og hvítur.

Jóan Petur flutti til Havnar umleið 1961.


Úti í Búðini 1956

Mynd 2 (niðast á síðuni til høgru) er frá 24. juni 1956 úti í Búðinum, har Aksel Jacobsen hevði Taxa - tlf 39.

Bilarnir á myndini eru: Fø 23 ein Austin lastvognur, sum var bláur og lastaði umleið trý tons.

Fø 129 (bussurin í miðjuni) er eitt VW fólkavongsrugbreyð, sum hevði umleið 9 sitipláss.

Fø 369 (bilurin til høgru) ein ein persónbilur av merkinum Austin 40.

Aftanfyri síggjast sjúkrahúsið og høgrumegin læknahúsini, har Petur Waagstein búði um hetta mundið.


Eilev í Vági byrjaði hýruvognskoyrin í 1951

Fyrsti bilurin var ein Morris Oxford. Hann hevði nummarið Fø 317 (mynd 3), og varð hann keyptur frá Diaba Joensen úr Klaksvík, sum eisini hevði brúkt hann til hýrukoyring.

Næsti bilurin var ein Standard Vanguard, Fø 438, sum kom til landið í13 mars. 1953 (mynd 3).

Hesin bilurin varð bílagdur í oktober í 1952, og bleiv hann goldin forrút kr. 10.000. Bilurin kostaði 13.000 krónur.

Ikki var altíð so lætt at fáa bilar úr Onglandi tá, men í mars 1953 var fiski- og farmabáturin Poppy niðri og seldi fisk í Aberdeen.


Heim við Poppy

Bilurin sum stóð í Leith varð nú koyrdur til Aberdeen og niður í lastina á Poppy.

Triði bilurin var eisini ein Standard Vangaurd, Fø 347 (mynd 4). Hetta er í 1955.

Petur Háberg og Rósing Rasmussen høvdu bilsøluna Norrøna (Jens Chr. Christiansen, Kissa var eisini við). Teir umboðaðu Vanguard.

Fjórði bilurin er ein fínur Opel Kaptain, Fø 946. Hesin bilur var ljósagrønur og kom til Klaksvíkar í 1959. Eilev var við í kongafylginum í 1959 við hesum bili, har hann koyrdi prinsessurnar. Hann fekk tá heiðursmedalju frá kongi.

Henda bilstøð hevði telefon 288.

Eilev gavst at koyra hýruvogn í 1959 og fór tá at koyra lastvogn.

Eskild Norðbúð plagdi at hjálpa til at koyra hýruvogn hesa tíðina.