Viðmerkingin frá bretsku sendikvinnuni, sum er prentað í Sosialinum í dag er soljóðandi:
Emma Hopkins
Bretska sendikvinnan í Danmark
Djúpu og søguligu bondini millum Bretland og Føroyar eru longu greið frá tí løtu, tú kemur á flogvøllin í Vágum. Tað serliga vinarlagið millum lond okkara gongur fleiri øldir aftur í tíðina, men varð allýst í 1940. Móttøkan sum bretsku hermenninir fingu frá føroyska fólkinum, og tey stóru offur frá hundraðtals føroyskum fiskimonnum, minnast vit enn í dag.
Tann søgan hevur formað bæði lond okkara og bygt sterk sambond millum fólk okkara, virki, lærdar háskúlar og stjórnir. Frá fish and chips til Cadbury sjokolátu - vit hava sterk sambond. Tað týdningarmikla handilssambandið var orsøkin til, at Bretland so skjótt skrivaði undir eina fríhandilsavtalu við Føroyar, eftir at Bretland fór úr ES. Í dag er Bretland triðstørsti handilsfelagi við stórum møguleikum til enn størri handil; útflutningurin til Bretlands vaks við 71 prosentum frá 2021 til 2022.
Føroyar og Bretland hava nógvar felags altjóða avbjóðingar í dag. Bretland fegnast um stuðul til felags trygd okkara við Radarstøðini og teimum stigum, sum føroyska stjórnin hevur tikið fyri at standa ímóti ólógliga krígnum hjá Russlandi í Evropa. Hetta var eitt ógrundað, tilætlað, og rátt álop á eitt frælst og fólkaræðisligt land, og tað er rætt, at vit seta Russlands til svars.
Eg veit, at tað er fløkjasligt og kensluborið at taka avgerðir um revsitiltøk, men signalið um semju, sum tað sendir í okkara felags norðuratlantiska grannalag er avgerandi fyri at halda Russland til svars fyri kríggið og fyri at stuðla Ukraina.
Síðani innrásina í Ukraina er heimurin broyttur. Avgerðir, vit taka nú, lýsa okkum og langtíðar árinini, vit vilja hava.
Bretland hevur valt at banna øllum russiskum skipum at koma í bretskar havnir og loyva ikki russiskum fiskiførum at fiska í okkara sjóøki.
Framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland er eitt sjálvstøðugt val hjá Føroyum. Men støðan hjá Bretlandi er púra greið – vit vilja ikki, at russisk skip skulu hava atgongd til okkara felagsøki og fáa fyrimun av at fiska í hesum øki.
Í framtíðini er nógv meira, sum Bretland og Føroyar kunnu gera saman sum grannar og felagar. Frá at menna varandi orku og byggja upp handilssambond til betri møguleikar fyri hjá ungum at ferðast, lesa og arbeiða í Bretlandi. Eg vóni, at 2024 fer at geva meira pláss til at menna hesar møguleikar og menna felagsskapin okkara millum.