Í dag er Ísland á skránni

Føroyar skulu í dag telva ímóti Íslandi, sum heldur seg hava alt at tapa, heldur serfrøðingur

Tað verður grannauppgerð á skránni seinnapartin í Tromsø. Føroyar og Ísland bresta saman í talv OL. Tølini siga, at íslendingar eru greiðir favorittar. Ísland er styrkismett sum nummar 43, og Føroyar eru styrkismettar sum nummar 73.

Í fimm teimum fyrstu umførunum hava Føroyar lutfalsliga staðið seg betri enn Ísland, sum tó er fremri á støðutalvuni.

Undan sætta umfari er Ísland á 45. plássi við 6 dystarstigum og 14 borðstigum. Føroyar eru á 53. plássi við 6 dystarstigum og 11 ½ borðstigum.

Ein tann føroyingurin, sum man kenna best til íslendska telving, er Flóvin þór Næs, sum nú býr í Danmark, har hann luttekur í landskappingini. Hann hevur telvað nógv í Føroyum, og av og á luttekur hann í íslendsku landskappingini.

-Íslendingar eru neyvan so fegnir at telva ímóti Føroyum. Teir vita, at teir hava alt at tapa, sigur Flóvin á sínari facebook vangamynd.

Í fyrsta umfari vann Ísland 4-0 á Etiopia, í øðrum umfari vann Ísland 3-1 á Írlandi, og í gjár vann Ísland 4-0 á IBCA, sum er liðið hjá teimum blindu. Harafturat hevur Ísland tapt tepurt ímóti tveimum stinnum talvtjóðum: í 3. umfari 2  ½ - 1 ½ ímóti Serbia, og í fjórða umfari  2  ½ - 1 ½ ímóti Svøríki.