Í dag er Útnorðurdagur

Í dag, 23. septembur, er Útnorðurdagur. Hetta er dagurin hjá millumtingafelagsskapinum, Útnorðurráðnum. Útnorðurráðið varð sett á stovn í Nuuk í Grønlandi 24. septembur 1985. Sostatt kann ráðið í ár hátíðarhalda 40 ára starvsdag.

 

Løgtingið skrivar á heimasíðuni, at endamálið við Útnorðurráðnum er at samstarva um felags áhugamál og verju av tilfeingi og mentan í útnorði.

 

Í Útnorðurráðnum eru 18 tinglimir, seks úr hvørjum av teimum trimum londunum; Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Londini skiftast um at hava formansskapin í eitt ár í senn. Ísland hevur formansskapin í ár, og formaður er Jón Gnarr, tinglimur í Íslandi. Bjørt Samuelsen er næstforkvinna og Kim Kielsen, úr Grønlandi, er annar næstformaður. Í føroysku sendinevndini eru Bjørt Samuelsen, forkvinna, Jenis av Rana, næstformaður, Hendik Old, Árni M. Dam, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni.

Útnorðurráðið hittist regluliga tvær ferðir um árið; til ársfundin, ið vanliga verður hildin um mánaðarskiftið august/septembur, og til evnisráðstevnuna, ið vanliga er síðst í januar.

 

Á hesum fundum verður sjóneykan sett á ávis evni, sum hava felags áhuga fyri londini í útnorði. Á seinasta ársfundi varð einmælt samtykt at fylgja tilráðingini hjá føroysku sendinevndini um at ráða stjórnunum í londunum til at kanna viðurskifti nærri kring trygd og verju í úrnorði.

Útnorðurráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum og í Arktisku Tingnevndini (SCPAR). Harumframt hevur Útnorðurráðið tætt samstarv við Norðurlandaráðið og hittist eina ferð um árið til fund við D-EEA nevndina hjá ES-tinginum.

Limirnir í Útnorðurráðnum luttaka eisini í Northern Dimension; eini tingráðstevnu, ið verður hildin annað hvørt ár. Somuleiðis hevur Útnorðurráðið ein virknan lut í Arctic Circle fundum.

Á Útnorðurdegnum í ár verður matvøruveitingartrygd sett á breddan her í Føroyum. Alment tiltak verður í Norðurlandahúsinum kl. 15.00 í dag, har Norðurlandahúsið, Norden i Fokus og NORA skipa fyri. Møguleiki verður at hoyra um ítøkiligar loysnir og væleydnaðar royndir viðvíkjandi burðardygd og matoyðsli í útnorði. Eisini verður høvi at smakka spennandi mat frá m.ø. Gutta Winther, Janus Einar Sørensen og Jaspur Svabo Jørgensen.

 

Útnorðurdagurin byggir á samtykt í Útnorðurráðnum og verður markerður á ymiskan hátt í teimum trimum londunum hvørt ár. Eins og siðvenja er veittrar Løgtingið við teimum trimum útnorðurfløggunum á Útnorðurdegnum, skrivar Løgtingið.