Fyri fyrstu ferð í umleið hálva øld var fólkatingsvalið í Føroyum og í Danmark ikki sama dag á seinasta fólkatingsvalið. Orsøkin var, at fólkatingsval varð skrivað út at vera 1. november. Og tá tað ikki varð hildið hóskandi at halda fólkatingsval minningardag teirra sjólátnu, so varð valið í Føroyum framskundað til 31. oktober í 2022.
Undan fólkatingsvalinum sótu Edmund Joensen fyri Sambandsflokkin og Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin. Teir fingu ávikavist 1.883 atvøður og 3.337 atkvøður.
Sambandsflokkurin var størstur við 28,3 prosentum og Javnaðarflokkurin æstur við 25,6.
Á valinum fyri tveimum árum síðani, fekk Sjúrður Skaale 3.806 atkvøður, meðan Anna Falkenseberg úr Sambandsflokkinum fekk 2.971 atkvøður.
Hevði talan verið um løgtingsval, so høvdu vit sagt, at valskeiðið nú var hálvrunnið. Men so er ikki, tá talan er um eitt fólkatingsvalskeið. Tí Fólkatingið situr ongantíð í fýra ár út í eitt. Í Danmark verður sagt, at skeiðið er runnið, tá Fólkatingið hevur sitið í 3 til 3,5 ár, tí tá skal stjórnarleiðarin altíð hava møguleika at skriva út nýval – og tað ger hann so, tá tað passar honum og stjórnini best.
Niðan sæst úrslitið frá seinasta fólkatingsvali:
##med2##