Í morgun klokkan 10 leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Hetta er fyrsta frágreiðingin hjá nýggja búskaparráðnum, sum varð valt 30. mai í ár.
Førleikakrøvini til limir í Búskaparráðnum eru: Búskaparfrøði, fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.