Í dag fyllir Eivør Pálsdóttir fjøruti ár

Tó, at Eivør er í besta aldri, er hon sera roynd fyri ikki at siga gomul í garði innan tónleikin – liðin eru ikki minni enn 23 ár síðani hennara fyrstu útgávu.

Í dag fyllir Eivør Pálsdóttir fjøruti ár. Tað er ikki forferdiliga nógv at fylla og á Listaportalinum plaga vit ikki at feira fólk fyrr enn árini hava fjølgað um avrikini, men í hesum førinum gera vit eitt undantak, tí sum listafólk er henda daman úr Syðrugøtu í serflokki. Og tó, at Eivør er í besta aldri, er hon sera roynd fyri ikki at siga gomul í garði innan tónleikin – liðin eru ikki minni enn 23 ár síðani hennara fyrstu útgávu, tá øll gjørdust varug við hennara framúrskarandi rødd og sjáldsama musikalitet –  sum partur av Clickhaze vann Eivør Prix Føroyar í 2001, men at syngja byrjaði hon longu sum undurbarn og restin er tónleikasøga.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sína heilsan til Eivør á listaportal.com.

 

Virkisleiðin hjá Eivør er fjølbroytt og altjóða – hon er í heilum uttalands á turné og framførir í veldugum høllum í USA og kring Europa saman við øllum møguligum – tað hoyra vit kanska ikki so nógv um her heima, men altíð kemur hon ”hoym” at uppfylla sín náttúrliga leiklut sum drottningin av G! við stórliga fagnaðum framførslum. Hennara higartil síðsta útgáva, Segl kom í 2021 – tað var ein liveútgáva av Segl (2020) og vit gleða okkum til at hoyra nýtt frá henni, sigur Kinna Poulsen millam annað víðari.

 

Øll heilsanin kann lesast á www.listaportal.com