Í dag jarða teir Siesta

Í dag er seinastu ferð at Siesta-sendingin hjá ÚF fer í luftina

Tað skapti øsing og kjak, tá summarsendingin Siesta fór í luftina fyri nøkrum mánaðum síðani.

Sendingin var heit øðrvísi enn útvarpssendingar vanliga eru, og lætti tónin og nógva skemti í sendingini fall bæði lærdum og leikum fyri bróstið.

Mong hava lesarabrøvini verið um hesa øðiligu sending, og vertirnar hava verið noyddir at staðið fyri skotum frá huldumonnum í teimum mongu ónevndu lesarabrøvunum, og frá menta- og málkønum fólki.

Men fólk hava eftir øllum at døma tikið væl undir við sendingini, tí tað stóð ikki á at fáa brøv til sendingina. Tað hevur nærum streyma inn við søgum og brøvum alla hesa tíðina, Siesta hevur verið í luftini.

Og tá lurtararnir í dag leggja oyra til útvarpstólið er tað seinastu ferð, at Siesta kemur ú hátalaranum.

Nú er summarskráin liðug, og Siesta verður í dag jarða av teimum báðum upprunaligu vertunum Jón Heðin Tróndheim og Jákup Magnussen.

Og so er tað farvæl til eina sending, sum hevur verið á skránni í tveir tímar hvønn seinnapart í alt summar.

Og man ikki onkur fara at sakna sendingina...