TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við framrættaða miðvallaran hjá FC Suðuroy, Símun Samuelsen, aftaná 1-5 tapið hjá FC Suðuroy ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.
Símun ásannar, at aftaná góðu og jøvnu dystirnar hjá FC Suðuroy aftaná summarsteðgin kom stígur í við Løkin í dag. Símun slær tó fast, at til komandi heimadyst á Eiðinum ímóti KÍ ætlar FC Suðuroy sær á slóðina aftur.
Persónliga trívist Símun væl at spæla fótbólt aftur í heimbygdini.