Men so hoyra vit um, at bumbur hava verið sprongdar í ferðamannabýum, at undantaksstøða er alla tíðina í landsynningspartinum av landinum (har flestu kurdarnir búgva), at vanligt fólk - við hvørt í hópatali - er dripið av hermonnum, at uppreistur er millum kurdar, og at turkiskir hermenn hava gjørt innrás í Norðuriraq fyri at leita eftir hesum uppreistrarmonnum. Og nakað herfyri frættist, at Hægstirættur í landinum hevði forboðið størsta flokki, Vælferðarflokkinum, at vera til; hesin flokkur hevur nýliga sitið við stjórnarvaldinum við formanninum, Necmetin Erbakan, sum forsetismálaráðharra. Eisini frættist, at turkiskir politikkarar vóru blivnir firtnir undir samráðingum við ES um limaskap tí ES hevði stillað krøv um betrað mannarættindaviðurskifti í Turkalandi, og turkiski uttanríkisráðharrin hevði hótt við at taka landsins umsókn um limaskap í ES aftur.
Hvørjum koma so allir hesir innanhýsis trupuleikarnir av, og hví letur ES - og Vesturheimurin yvirhøvur - ikki Turkaland bara passa seg sjálvt, tá ið - letur tað til - so nógvar politiskar kvalir standast av sambandinum við tað?
Sum so mangan má ein eisini í hesum føri leita aftur í søguna, skal ein skilja viðurskiftini í hesum landi.
Turkaland er gamalt stórveldi í hesum økinum. Í umleið 600 ár ráddu turkar við Balkanhálvoynni, Miðeystri og stórum pørtum av Norðurafrika. Stýrið var harðrent einaveldi við einum sultani sum ríkisstjóra.
Tá ið hetta stýrið varð rent um koll eftir Fyrsta Heimsbardaga, misti landið stórar partar av sínum øki, og Turkaland í sínum núverandi líki var tað, man kláraði at hava eftir. Hetta bar tað við sær, at umframt turkar komu kurdar, armenar, grikkar og onnur fólkasløg at búgva innan fyri ríkisins mark. Tað stýrið, ið tá varð sett á stovn, var undir leiðslu av Kemal Pasha, kallaður Ataturk. Hann kom at vera landsfaðir turka, og hansara politisku sjónarmið hava síðan verið grundarlag undir øllum politikki í Turkaland. Hann stóð fast upp á tey grundsjónarmið:
1)statsins integritet, t.v.s. at fólk í Turkaland eru turkar, so at siga pr. definitión (tí noktar turkiska stjórnin fyri, at kurdar (uml. 20 mill.) eru til
2)at stýrið skal vera sekulert, t.v.s. at onki samband má vera millum stýrið og religión. Tí kundi Vælferðarflokkurin forbjóðast.
Tí fær Turkaland trupulleikar við mannarættindum, t.d. sleppa kurdar ikki at vera kurdar, men skulu vera turkar, og fólk við fundamentalum religiøsum sjónarmiðum sleppa ikkki upp í politik. Men av teirri grund at Turkaland hevur so stóran hernarðarligan (er t.d. limur í NATO) og búskaparligan týdning fyri Vesturheimin, verður mark fyri, hvussu stórt trýst Vestanlond tora at leggja á landið.