Í dag veður samdrigið og okkurt ælið

Í dag verður frískur vindur upp í strúk eystan og av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður lækkar hann í sunnan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og løtur við regni ella ælaveðri, í støðum eystureftir mjørki og tám. Hitin millum 8 og 12 stig.

Veðurstovan sigur um veðrið í dag, at tað verður lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið.

 

Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn.

 

Um kvøldið støkkur hann upp í útsynning, og tað slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind upp í ein strúk 8 til 13 m/s. Hitin 9 til 14 stig.