Lógaruppskotið um at keypa allan privata partapeningin í Atlantsflog er lagt fram og verður samtykt seinni ídag.
Kvalifiseraður meiriluti av løgtinginum, tað eru 20 løgtingslimir, hava samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at lógaruppskotið um at nationalisera Atlantsflog kann avgreiðast longu ídag, sama dag sum tað er lagt fram.
Les eisini: Andstøða ímóti at víkja frá tíðarfreistum
Uppskotið snýr seg í stuttum um at geva landsstýrismanninum í vinnumálum neyðugu heimildirnar, soleiðis at Atlantsflog kann ogna sær øll privatu partabrøvini í felagnum og síðani taka felagið av keypsskálunum.
Landsstýrið eigur frammanundan tveir triðingar av partabrøvunum í felagnum. Mánadagin kom nevndin í Atlantsflog við uppskoti um at keypa síðsta triðingin aftur. Leisturin í uppskotinum er, at felagið sjálvt keypir privatu partabrøvini aftur fyri kurs 210. Tað kostar umleið 71 milliónir krónur.
Johan Dahl: Okkurt má henda við Atlantsflog
Niels Mortensen: Verandi støða er ikki haldbar
Sambært Vinnumálaráðnum hava størru, privatu partaeigararnir eisini heitt á landsstýrismannin um at keypa aftur privata partapeningin.
Heimildin, ið Johan Dahl biður løgtingið um við lógaruppskotinum ídag, er at hann kann møta á eykaaðalfundi í Atlantsflog 10. mars og atkvøða fyri at felagið keypir aftur privatu partabrøvini.
Nú verður Atlantsflog nationaliserað
Politikarar úr andstøðuni seta spurnartekin við og eftirlýsa grundgevingar fyri, hví tað skal ganga so skjótt at geva landsstýrismanninum hesa heimildina.
- Tað eru fyrst og fremst atlitini til, at Atlantsflog er skrásett á keypsskálanum, sigur Johan Dahl.
Tá avtornaði atkvøddi øll andstøðan ímóti at víkja frá øllum tíðarfreistum. Men eftir at Gerhard Lognberg er komin upp í Sambandsflokkin eigur samgongan nú 20 tinglimir, og hon hevur tí einsamøll kvalifiseraðan meiriluta, ið sambært grein-85 í tingskipanini krevst til at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Eftir atkvøðugreiðsluna bað Johan Dahl løgtingsformannin um at skipa tingfundirnar í dag soleiðis, at tíð verður til ein kunnandi fund fyri løgtingslimum um lógaruppskotið.
Advokatar hjá Atlantsflog kemur tí á fund í løgtinginum seinnapartin, har hann fer at greiða tinglimum frá mannagongdunum í samband við nationaliseringina av føroyska flogfelagnum.
Lógaruppskotið hjá Johan Dahl kann lesast við at TRÝSTA HER.
Løgtingið viðger í løtuni uppskot hjá Tjóðveldi um broytingar í Stýrisskipanarlógini. Tá tann viðgerðin er liðug verður steðgur í løgtinginum. Tá verður væntandi ein kunnandi fundur fyri løgtingslimum, áðrenn nýggjur tingfundur verður settur og lógaruppskotið um Atlantsflog kemur til fyrstu, aðru og triðju viðgerð.