Í Klaksvík tíma tey bara at drekka Føroya Bjór

? og ikki Restorff og teir donsku drykkirnar, sigur 13 ára gamli Lars Anderssen úr 7. B í dagbók síni frá setursferðini í Klaksvík

Turið Kjølbro


Teir 18 næmingarnir í 7. B í Sankta Frants skúla hava í longri tíð savnað pening inn til eina ferð. Síðani Smyril fór undir at sigla til Skotlands fyrst í áttatiárunum hava skúlaflokkar í Føroyum havt samband við skúlaflokkar í Skotlandi. Tankin var beinanvegin at fáa hetlendskar næmingar til Føroyar eisini, men teimum hevur ikki borið til at ferðast av fíggjarligum orsøkum.

Ætlanin var, at leiðin hjá 7. B skuldi ganga til Skotlands við Smyrli, men síðani tann rutan varð løgd niður fyri tveimum árum síðani hevur verið ógreitt, hvagar leiðin skuldi ganga. Samstundis hevur skúlaráðið í Havn heitt á skúlarnar um ikki at virka fyri, at skúlanæmingarnir savna pengar inn til uttanlandsferðir, tí nógv foreldur hava klagað um hesar innsavningarnar til stuttleikaferðir.

Lærarin hjá 7. B. í Sankta Frants skúla, Poulina Slættanes, tók skúlaráðið uppá orðið og fór tí undir at hugsa um eina setursferð í Føroyum. Nakað annað er so, at skúlaflokkar framvegis gera uttanlandsferðir ? sama dag, sum setursferðin hjá 7. B. byrjaði fór hin 7. flokkurin í Sankta Frants skúla til Hetlands við Norrønu.


Dagbók

Næmingarnir hava á setursferðini skrivað dagbók, og sum skilst á hugleiðingunum hjá teimum hava tey havt ein góðan túr. Tann eini næmingurin endar sína dagbók við at takka lærarunum fyri túrin, og á hinum næmingunum skilst eisini, at tey hava fingið væl burturúr.

Setursferð er bæði álvari og gaman. Sambært Undirvísingarleiðbeiningini til Fólkaskúlan er endamálið við seturskúlanum, at skúlin sum partur í samfelagnum leggur undirvísingina nærri upp at tí dagliga lívinum, og at næmingarnir gjøgnum sjálvsuppliving og sjálvsvirksemi kunnu læra tað, sum miðað verður eftir í seturskúlaætlanini. Næmingarnir og lærararnir eru saman alla tíðina, seturskúlaskeiðið varir. Hetta styrkir um samanhaldið í flokkinum, næmingarnir koma at kenna størri ábyrgd av sær sjálvum og floksfeløgunum. Tað at vera heimanífrá og sjálvur klára seg millum sínar javnaldrar mennir næmingin í treysti til sín sjálvs og felagsskapin. Lærarin kemur at kenna næmingarnar á ein heilt annan hátt enn í tí vanliga skúlaumhvørvinum. Eisini fær næmingurin høvi til at uppliva læraran á ein annan hátt enn í skúlastovuni.

Síðst í mai fóru so hesir 18 næmingarnir saman við tveimum lærarum á setursferð - til Klaksvíkar. Skrá varð gjørd fyri ta góðu vikuna ferðin vardi, og byrjað varð á Biofar í Kaldbak, har næmingarnir høvdu høvi til at síggja og nerta við havdjórini. Dagin eftir varð farið til Klaksvíkar, har gist var í skótahúsinum hjá Nólsoyar-Páls skótunum.

Farið varð út í Grøv og í Gerðabø, har steðgað varð við minnisvarðan, har skalvalopini vóru í 1745 og 1765 á grækarismessu. Vitjað var á Føroya Bjór, har næmingarnir fingu sodavatn og kepp, í Christianskirkjuni, har Niels Pauli Danielsen, prestur, greiddi frá, og útferð varð gjørd til Viðareiðis. Næmingarnir vóru eisini í svimjihøllini og í biografinum í Atlantis, ið liggur beint við skótahúsið, og næstseinasta kvøldið vóru øll á væl umtóktu matstovuni Shang Hai, har tey ótu kinesiskan mat.

Á vitjanini í Klaksvík fekk 7.A. vitjan av einum flokki úr skúlanum á Ziskatrøð.

Eftir hvítusunnu helt setursferðin fram ? í Havn. Vitjað varð á Kriminalforsorgini, har leiðarin greiddi næmingunum frá, hvat hendir, tá ið eitt ungfólk brýtir lógina. Um kvøldið var flokkurin til sjónleikin ?Brim og brúðleyp? í Sjónleikarhúsinum, og seinasta dagin á ferðini varð farið á Heilsufrøðisligu Starvstovuna, har tey fingu kunnleika til mikrobiologi.



Brot úr dagbókini hjá Lars Anderssen. Hesin sami Lars er ein hugaður Sosial-seljari.

26. mai: Biofar er eitt pláss í Kaldbak, har nógv løgin havdjór finnast. Eg helt í einum krabba og gjørdi ymiskt, sum eg aldri fyrr havi gjørt. Selmar (skúlastjórin) segði í Kaldbak, at havnarbørn tora ikki tílíkt vit gjørdu t.d. at nema við krabbar og halda í teimum, og tað hevur Selmar rætt í.

27. mai: Vit komu til Klaksvíkar kl. 12, henda dagin spældu vit dyst ímóti 7.A og vit vunnu dystin 10-3. Í Klaksvík varð borðreitt við náttúrða og vit ótu sum trøll. Eg rokni við, at vit øll fara at læra nakað burtur úr hesum degnum í næsta størsta og fyri ikki at gloyma reinasta býnum í Føroyum.

Tey ungu í Klaksvík dámar væl at vera har við plenuna. Tey sparka ella práta, í Klaksvík er plenan miðdepil fyri ungdómin. Eg havi lagt til merkis, at í Klaksvík tíma tey bara at drekka Føroya Bjór og ikki Restorff og teir donsku drykkirnar.

Í dag hava vit verið í býráðshøllini og hoyrt børn frá 5 ár og upp eftir spæla klaver, orgul og ymiskar floytur og horn. Eg sá at tey flestu børnini vóru nervøs og bangin og tey kiksaðu onkuntíð. Til at vera undir 10 ár var hatta gott spælt. Eg veit, hvussu tað er at spæla til konsert. Og fyrsta konsertin hjá mær og hinum guitarnæmingunum var góð, men sjálvandi vóru vit lítið sindur bangin eisini.

Vit máttu øll vera í song á midnátt. Og tað var strævið hjá Louise og Poulinu at fáa okkum í song. Men tá ið klokkan var okkurt um 3 um morgunin vóru øll sovnað.

29. mai: Vit eru komin til Havnar aftur. Og tað er stuttligt at síggja síni kæru aftur. Tað er deiligt at lugta ta deiligu luftina í Havn aftur. ?Á tann deiliga Tórshavn?.

2. juni: Tað er komið lív í okkum øll í 7. B aftur. Vit hava annars havt hvítusunnufrí. Í kvøld er ?Brim og brúðleyp? sjónleikurin. Hann var góður og handlar um eitt par, sum skal giftast. Albert, sum er ein ungur sjómaður kemur heim frá at hava siglt úti í verðini og hann giftist so beinanvegin við einari gentu í bygdini. Vermóðurin er ógvuliga herkut og ornut, hon er líka sum Mrs. Bucket úr ?Fínt skal tað vera? og Albert og ein annars ungur drongur, sum eisini er sjónmaður og eitur nei tvætl eg minnist ikki, hvussu hann eitur, dáma illa hesa konuna. Tað verður eitt øgiligt rok, áðrenn brúðleypið. Albert er bara ein ungur heimleysur drongur, sum vaks upp á barnaheimi til hann fór til skips. Hann eigur næstan ikki nakað.

Kl. 10.00 næsta dag møttu øll í Grasagarði. Vit øll gingu til Heilsufrøðisligu Starvstovuna, har vit lærdu um bakteriur. Og vit fingu øll eina plátu sum vit skulu leggja onkustaðni, har bakteriur eru.