Nú klokkan 17.30 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av Víkingi. B36 vann um vikuskiftið trivaligan 3-0 sigur í Fuglafirði, meðan Víkingur á heimavølli tapti 4-3 í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini ímóti HB.
Víkingur hevur 51 stig – trý fleiri enn HB – og spælir fyri at halda tørn um oddasessin. B36 er á fimta plássi við 29 stigum. Teir í árstalsfelagnum hava fokus á fjórða plássinum, sum kann bera luttøku í Europa við sær. Tað eru fimm stig fram til NSÍ, sum um ein tíma fer at spæla heimadyst ímóti HB, og tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur.
Sammett við liðið, sum vann 3-0 í Fuglafirði hevur Magne Hoseth skift tríggjar spælarar út. Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Andrass Johansen, Marius Kryger Lindh og Zean Peetz Dalügge, sum var leikbannaður í Fuglafirði. Út á beinkin eru farnir Mattias Hellisdal, Hannes Agnarsson og Gutti Dahl-Olsen.
Hjá Víkingi er miðverjin Arnbjørn Svensson leikbannaður eftir reyða kortið, sum hann sá í hálvfinaluni ímóti HB. Bergur Gregersen er fluttur av vongverjanum í vinstru og í miðverjuna, og Ingi Jonhardsson er nýggjur miðverji í vinstru.
B36 – Víkingur kl. 17.30
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen
Venjari: Magne Hoseth
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Aron Janrskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
Venjari: Jóhan Petur Poulsen