Nú er tað greitt, at tað verður KÍ, sum saman við 07 Vestur flytur niður úr næstbestu deildini.
Hesi bæði liðini hittust í kvøld í Klaksvík. Hóast 07 Vestur undan síðsta umfari bara hevði sjey stig, og KÍ hevði 23 stig, so hevði heimaliðið tað trupult við at umseta yvirvágina í málmøguleikum til leiðslu og sigur.
KÍ vann 1-0. Málið skoraði Dávid B. Andreasen, tá ið eitt korter var eftir. Tá hevði 07 Vestur í meiri enn 10 minuttir verið undirmannað, tí Jákup Henriksen í 64. minutti sá gula kortið fyri aðru ferð.
Men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið hjá KÍ at vinna fyri at sleppa undan at flyta niður.
EB/Streymur var undan síðsta umfari tvey stig undan KÍ. Í kvøld var EB/Streymur í Gundadali, har Tórur Eið Eliasen fimm minuttir undan steðginum legði B36 á odda.
Eftir steðgin svaraði EB/Streymur aftur og vann 3-1. Trífaldur málskjútti hjá EB/Streymi var Niels Pauli Danilelsen, sum barna- og ungdómsárini og eisini fyrstu árini í vaksnamannadeildunum spældi við KÍ. Ein tími var farin, tá ið Niels Pauli Danielsen umsetti brotsspark til 1-1, og næstu 20 minuttirnar skoraði hann tvey mál aftrat, og so var tað greitt, at EB/Streymur ikki fer at flyta niður.
Í Runavík vann næstbesta liðið hjá Víkingi 3-2 ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ.
Fríði Gertsson Jarnskor legði beinanvegin gestirnar framum, og áðrenn eitt korter var farið, javnaði Áron Høj til 1-1.
20 minuttir undan leikloki umsetti Jósef Ólavsson Gleðisheygg brotsspark til 2-1 leiðslu til Víking, og fimm minuttir seinni var tað Benadiktus Olsen, sum javnaði til 2-2.
Fýra minuttir undan leikloki var Jósef Ólavsson Gleðisheygg aftur upp á spæl, og so vann Víkingur 3-2.
Úrslitið í Runavík ber við sær, at EB/Streymur við sigrinum í Gundadali lyfti seg upp á sjeynda plássið. EB/Streymur endaði við 28 stigum, tvey stig aftanfyri B36, eitt stig frammanfyri NSÍ og tvey stig frammanfyri niðurflutta KÍ.











