info
Ongi úrslit

Hoyr her: Kvirr við nýggjum dreymakendum indiepoppi

Føroyska sangarinnan Kvirr hevur givið út eina nýggja EP við seks løgum. Tað er hvalbingurin Eva Døgg Bragadóttir, ið er kvinnan handan Kvirr.

Pætur Hjalmar Evensson
25. oktober 2025 kl. 09:30

Kvirr er eitt lutfalsliga nýtt navn á føroyska tónleikapallinum – og tó. Eva hevur sungið og gjørt tónleik í nógv ár, men nú hevur hon valt at fara meira all in undir navninum Kvirr.

 

Og man kann longu siga, at hon hevur fingið fótin innum á norðurlendska indiepop-pallinum. Summi kenna kanska lagið “Tá myrkrið fellur á”, sum hevur verið nógv spælt í útvarpinum, síðan tað kom út í januar í ár. Lagið kom enntá við á New Music Friday Denmark, sum er tann størsti danski playlistin á Spotify.

 

Við nýggju sjálvnevndu EP’ini “Kvirr”, sleppa vit nú at hoyra enn fleiri sangir frá føroyska spíranum. EP’in hevur seks løg – trý, sum longu eru givin út, og trý heilt nýggj.

 

Spent og nervøs

Eva Døgg Bragadóttir hevur arbeitt málrættað upp á hesa nýggju útgávuna seinasta árið. Tí er tað eisini ein serlig kensla, at útgávan nú er klár at lata víðari til fólkið at hoyra.

 

– Eg eri spent, tí sangirnir hava verið lidnir síðani í vár, og eg eri longu í gongd við at gera nýggjan tónleik, sigur hon.

 

– Men eg eri eisini øgiliga nervøs, tí knapliga fara onnur enn eg at hava eina meining um tónleikin, sum bara hevur ligið á telduni hjá mær so leingi. Fara teimum at dáma sangirnar? Ella fer kanska eingin at lurta? Tað geri eg mær nógvar tankar um.

 

Norðurlendskt og elektroniskt

 

Tónleikurin hjá Kvirr ber brá av norðurlendsku náttúruni og mentanini, har føroyskir og skandinaviskir tónar flættast saman við dreymakendum poppi, indie og elektroniskum ljóði.

 

Fokuslagið á nýggju EP'ini er á donskum og eitur "Hvis bare jeg ku’” – ein mjúk donsk popballada um at síggja ein, man er góður við, hava tað tungt.

 

– Tað snýr seg um at vilja hjálpa einum kærum, ið stríðist við tungum kenslum. Tað er ein róligur pop-sangur við kenslubornum vokali, fortelur Eva Døgg Bragadóttir.

 

Á EP'ini er eisini eitt nýtt føroyskt lag, sum eitur “Brotasjógvur”, ið handlar um eitt turbulent parlag.

 

– Sangurin handlar um at missa seg sjálvan í einum parlagi, har man ikki følir seg hoyrdan ella sæddan, og har orðini ikki altíð eru so pen. Har tað kennist, sum man roynir at svimja ímóti hørðum streymi, men ongan veg koma, sjálvt um man brúkar alla orku.

 

Til ber at hoyra hesar og hinar fýra sangirnar á EP’ini hjá Kvirr á Spotify og har, tú annars vanliga lurtar eftir tónleiki.

 

##med3##

##med4##

 

Um tú ert í Danmark, ber til at hoyra sangirnar á EP'ini her á YouTube:

 

##med2##

 

Les longri samrøðu í nýggjasta Sosialinum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

9 minuttir síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

1 tími síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

1 tími síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

1 tími síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

2 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

2 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

3 tímar síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

3 tímar síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

5 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

5 tímar síðan