Klokkan 17.45 í dag spælir liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel fyrsta dystin í bólkaspælinum í EHF Champions League.
Dysturin verður á útivølli í Kroatia móti liðnum, PPD Zagreb.
Kiel hevur ein greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men ein útivøllur á Balkan er sjáldan lættur at fáast við.
Um Elias sleppur á vøllin í kvøld verður hann fyrsti leikarin á einum føroyskum landsliði, ið spælir ein dyst í einum Champions League bólkaspæli.
Liðini í bólki A eru THW Kiel, PPD Zagreb, AaB Aalborg, Kolstad (Noreg), Szeged (Ungarn), Paris Saint Germain (Frakland), Kielce (Póland) og Eurofarm Pellister (Norðurmakedonia).
Farna kappingarár var Óli Mittún settur í samband við Szeged, men tað spurdist einki ítøkiligt burturúr tí. Hevði annars verið framúr við einari Champions League uppgerð millum systkinabørnini.
Havnarmaðurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen spældi í EHF Champions League við Bjerringbro/Silkeborg, kappingarárið 2016-2017.