NSÍ er fyrsta liðið, sum hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Í góðum várveðri í kvøld var fjórðingsfinala við Løkina í Runavík, har 07 Vestur var gestur.
Heimaliðið vann 3-0 eftir 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki.
Tað hevur síðstu vikurnar verið fokus á, at Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen ikki hava verið so eyðsýndir og avgerandi í álopsspælinum sum teir plaga at vera.
Í kvøld vóru teir báðir sera eyðsýndir.
Ein hálvur tími var farin, áðrenn heimaliðið fekk hol á. Klæmint A. Olsen sendi við høvdinum bóltin í málið eftir horna og nýtt innlegg. Petur Knundsen átti innleggið, og hann átti uppspælið til øll trý málini.
Fýra minuttir eftir fyrsta málið økti miðvallarin Jakob Trenskow um munin til 2-0. Petur Knundsen átti uppleggið eftir skjótt álop. Tá vóru teir í 07 Vestur rættiliga misnøgdir, tí teir vildu halda, at dómarin átti at havt bríkslað fyri frísparki til teir.
NSÍ var nógv størsta partin av tíðini í álopi, men Ragnar Weihe fekk eftir innlegg úr vinstru stóran møguleika at minka um munin. Úr góðari støðu sendi hann bóltin væl við síðuna av málinum.
Sjey minuttir undan leikloki staðfesti Klæmint A. Olsen 3-0 sigurin við stútara eftir horna úr vinstru frá Klæminti A. Olsen.
NSÍ kundi havt skorað fleiri onnur mál, men Ari Petersen, sum loysti av millum 07 Vestur stólparnar, hevði fleiri framúr góðar bjargingar.
-Vit høvdu trupulleikar í verjuni, ið var mest sum nýggj, tí Jóannis á Steig var í sóttarhaldi, og Dann Fróðason er sjúkur. Vit brúktu dystin til at gera íløgu í tað, sum bíðar okkum, tá ið tað fer at snúgva seg um at vinna stig fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Vit spældu við fimm monnum í verjuni, og tað fara vit eisini at gera í nógvum dystum, sigur Heðin Askham venjari hjá 07 Vestur, og hann leggur aftrat:
-Ari Petersen sat á beinkinum í fjør, og hann hevur sitið á beinkinum í ár. Vit sóu í kvøld, at hann er ein fínur málverji, og tað er hugaligt, at Silas Eyðsteinsson fær kapping, sigur Heðin Askham.
NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er nú toppskjútti í kappingini um løgmanssteypið:
-Fyrstu løtuna gekk tað ikki nóg skjótt fyri seg, men eftir at vit høvdu fingið hol á, spældu vit okkum til nógvar møguleikar og kundu og áttu at havt vunnið væl meiri enn 3-0, sigur Klæmint A. Olsen, sum saman við liðfeløgunum fegnast um, at NSÍ hevur vunnið pláss í hálvfinaluni, og at tað hesaferð gekk væl betur ímóti 07 Vestur enn tað gjørdi í landskappingini, tá ið 07 Vestur fyri stuttum fór úr Runavík við 1-1.
-Vit fegnast eisini um, at fleiri ungir spælarar vóru á vøllinum í kvøld. Eitt nú Dánial Danielsen, sum helt málið reint, og so Jørgen Nielsen, sum í seinna hálvleiki var í álopinum, har hann vísti, hvussu gávuríkur hann er.
NSÍ – 07 Vestur 3-0 (2-0)
Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið
1-0: Kæmint A. Olsen 31.
2-0: Jakob Trenskow 35.
3-0: Klæmint A. Olsen 82.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ: Dánial Danielsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen (Rógvi Egilstoft, 58.), Pætur Turiðarson Skipanes – Mórits Heini Mortensen, Tróndur Jensen (Sølvi Sigvardsen, 82.), Mikkel Transkow – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen, Mikkel Elbæk Jakobsen (Jørgen Nielsen, 46.)
Á beinkinum: Betuel Hansen, Aron Knudsen, Sjúrður Pauli Nielsen
Gult kort: eingin
Venjari: Allan K. Jepsen
07 Vestur: Ari Petersen – Asbjørn Martin, Eiler Fróðason, Heine Mortensen, Martin Tausen, Sølvi Egilsson – Martin Heilberg Pettersen, Ragnar Weihe, Høgni Egilstoft Nielen (Ingi Joensen, 76.) – Tór-Ingar Akselsen (Marjus Egilstoft Nielsen, 85.), Teitur Olsen (Janus Svabo Samuelsen, 68.)
Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Dann Fróðason, Zoran Vjuovic, Albert Theis Nielsen
Gult kort: Tór-Ingar Akselsen, Teitur Olsen
Reytt kort: Ragnar Weihe 84. (2 gul)
Venjari: Heðin Askham