Fyri júst viku síðani boðaði BankNordik frá, at avtala var gjørd við Articon, sum verður høvuðsarbeiðstakari, nú farast skal undir at gera nýtt høvuðssæti til bankan.
Talan er um stóra verkætlan, men kortini skal nýggi bygningurin vera klárur at taka í nýtslu longu í 2015, og hetta er eisini orsøkin til, at talan er um sonevnda partalagsavtalu.
- Vit miða eftir at fremja verkætlanina óvanliga skjótt, tí vit seldu verandi bygningar til býráðið við treyt um útflytan í fyrra hálvári 2015, og tí er byggitíðin ein avgerandi parametur. Vit miða eftir at flyta inn um hálvtannað ár. Við at innganga í partalag, ber til at framskunda byggitíðina, tí byggifyritøkurnar kunnu fara undir fyrireikingarnar longu nú, áðrenn projekteringin er endaliga liðug. Við hesum spara vit fleiri mánaðir í byggitíð, sigur Janus Petersen forstjóri.
Í sambandi við almannakunngerðina av søluni av bygningunum til býráðið boðaðu bankin frá, at søluuphæddin fyri bygningarnar skal fíggja nýggja bygningin íroknað mvg, og hetta er framvegis málið, sigur Janus Petersen, sum leggur afturat, at søluprísurin fyri verandi bygningarnar hjá bankanum er 92 mió kr.