Í minsta lagi 17 doyðu í eldi í náttklubba

- Eldurin spjaddi seg frá takinum og víðari til økir, har eitt nú gass til matgerð stóð. Hetta elvdi til harðar spreingingar, skrivar Sky News.

Í minsta lagi 17 fólk lótu lív, og fleiri fingu skaða, eftir at eldur kom í ein náttklubba í høvuðsstaðnum í Kamerun, Yaounde. 

 

Eldurin kyknaði um 02.30-tíðina sunnunáttina, veit Sky News at siga.

 

Sambært lokalum myndugleikum byrjaði eldurin, eftir at onkur hevði skotið fýrverk av takinum á náttklubbanum.

 

- Eldurin spjaddi seg frá takinum og víðari til økir, har eitt nú gass til matgerð stóð. 

 

Sky News sigur, at hetta elvdi til harðar spreingingar.

 

Lagt verður aftrat, at løgreglan nú kannar, hvussu eldurin í náttklubbanum kyknaði.