Kollveltingarverjan í Iran, IRGC, segði í dag, at tey hava sett í verk eina nýggja bylgju av álopum móti sínum "fígginda", Ísrael.
– Fyri løtum síðani vórðu sjeynda og áttanda bylgjan av Operation Honest Promise 4 móti fíggindanum sett í verk í stórum máttum, sigur IRGC í eini fráboðan, sum iranskir miðlar hava borið fram.
Kollveltingarverjan segði ikki, hvørjum málum álopini vóru móti.
Ísraelska sjúkraflutningstænastan upplýsir, at í minsta lagi átta fólk doyðu í einum rakettálopi á býin Beit Shemesh.
Hetta ger tað til blóðugasta einstaka álopið higartil í áhaldandi stríðnum millum Ísrael og Iran.
Harumframt vórðu 28 onnur særd í álopinum, sum varð rættað móti einum bygningi í býnum, upplýsir ísraelska løgreglan.
Sambært netmiðlinum Times of Israel hava bjargingarfólk grivið upp tilsamans níggju lík úr leivdunum í Beit Shemesh.
Kollveltingarverjan í Iran hevur sagt, at tey fara at fremja harðlig hevndarálop móti Ísrael og amerikanskum herstøðum.
Hetta hendir eftir at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í einum álopi leygardagin.
– Tey, sum drupu imamin hjá tjóðini, sleppa ikki undan strangari, avgerandi og avbyrgjandi revsing, skrivar elitudeildin í eini fráboðan, sum ein av sameindu Irans, sjiitiska muslimska Hizbollah-militian í Libanon, hevur borið.
Ísrael fór í samstarvi við USA undir eitt stórt loftálop á Iran í gjár. Síðani tá eru fleiri leiðarar í Iran dripnir.
Sum svar uppá ísraelsku og amerikansku álopini hevur Iran lopið á mál í Ísrael og fleiri øðrum londum, har amerikanskar hernaðarstøðir eru.
/Ritzau/











