Í morgin koma tær nýggju reglurnar um springara og grind í gildi. Nýggju reglurnar eru settar í gildið í kjalarvørrinum á tí stóra, og nógv umstrídda springaradrápinum á Skálafjørðinum í september í fjør, har yvir 1.400 springarar vórðu hildnir til.
Tað elvdi til stóra øsing nógva staðni í heiminum og alivinnan mælti rætt og slætt til at vit bannaðu springaradrápi fullkomiliga. Tað verður ikki, men nú er kvota sett á, hvussu nógv vit hava loyvi at veiða av skjórutum springara, sum er tað mest vanliga slagi. Sostatt kunnu vit ikki drepa meiri enn 500 skjórutar springarar í ár og næsta ár.
Frá 2024 verður veiðan sett eftir tilmæli frá NAMMCO um burðardygga veiðu. Fyri at fylgja við skal landsstýrismaðurin, Árni Skaale, geva sýslumonnum og grindaformonnum skrivliga kunning um, hvussu nógv er veitt av skjórutum springarum í árinum. Hann skal eisini boðað frá, tá ið kvotan er uppi og tað sostatt verður forboð fyri at veiða fleiri skjórutar springarar.
Samstundis kann landsstýrismaðurin nú loyva sýslumonnunum kring landið at lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi á eini ávísari hvalvág í upp til tríggjar mánaðir. Og tað kann verða sett í verk tá ið tað er nokk av av grind er í grindaøkinum, sum hoyrir til hvalvágna.
Kunngerðin er lýst í dag og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst, ella í morgin.