Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Eru tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felaggskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?
Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag tann 28. september.
Til at svara hesum spurningum hava vit fingið Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmann og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Saman við hesum báðum dønum verða innlegg eisini fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárður Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.
Í panelkjakinum luttaka Axel Vilhelmson Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri í norðurlandamálum.
Ráðstevnan verður 28. september kl 13:00 til 16:30 í Løkshøll, Runavík.
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til.
Skrá og tilmelding á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum https://norden.fo/limira/tilmelding