Í morgun varð hann avrættaður í Iran

Fleiri týskir politikarar við uttanríkisráðharranum, Annalenu Baerbock á odda, hava umrøtt deyðadómin, og tey halda ikki, at Jamshid Sharmahd fekk rættvísa rættargongd

Hin 69 ára gamli týsk/ iranarin, Jamshid Sharmahd, sum varð dømdur til deyða í Iran fyri bumbuatsókn í iranska býnum, Shiraz, varð avrættaður í morgun.

 

Tað er rættarskipanin í Iran, sum sambært útlendskum miðlum kunnar um framda deyðadómin á sínari heimasíðu.

 

Tað var í februar í 2023, at Jamshid Sharmahd varð funnin sekur í at hava staðið aftanfyri eina bumbuatsókn móti einari mosku í 2008.

 

Í álopinum lótu 14 fólk lív, og fleiri enn 300 vórðu særd, vita útlendskir miðlar at siga í dag.

 

Tríggir aðrir menn eru frammanundan dømdir til deyða og avrættaðir fyri álopið, sum bólkurin Tondar sambært iranum skal hava staðið aftanfyri.

 

Hetta er ein bólkur, sum stríðist fyri at kollvelta shiamuslimska prestastýrið og endurskipa kongsveldi í Iran.

 

Deyðadómurin yvir Jamshid Sharmahd varð skotin inn fyri hægri rætt í Iran, men hægsti rættur í landinum staðfesti deyðadómin.

 

Hin 69 ára gamli varð handtikin av iranskum agentum í Sameindu Arabisku Emiratunum í 2020 og varð haðani fluttur til rættarsókn í Iran.

 

Um hetta mundið var hann búsitandi í USA.

 

Fleiri týskir politikarar við uttanríkisráðharranum, Annalenu Baerbock á odda, hava umrøtt deyðadómin, og tey halda ikki, at Jamshid Sharmahd fekk eina rættvísa rættargongd.

 

Millum útlendsku miðlarnar, sum skriva um framda deyðadómin í Iran í morgun, er eitt nú Verdens Gang, sum vit her hava endurgivið.