Í samband við sáttmálan, sum gjørdur varð millum Føroyar og EU, var sett ein felagsnevnd mannað við fólkið úr Føroyum og EU.
Endamálið við nevndini er at taka støðu til ymsar ivaspurningar, sum taka seg upp.
Í hesum døgum fundast teir í Føroyum og fyri at stytta sær stundir varð skipað fyri útferð til Mykinesar.
Ferðalagið fór úr Havn til Sørvágs, har Palli Lamhauge, úr Vestmanna, bíðaði eftir teimum við Silju.
Í frálíka veðrinum týsdagin, sigldi Silja gestirnar til Mykinesar, har tey vóru í landið í einar fýra tímar.
Síðani sigldi hann teir aftur til Sørvágs haðani tey í bussi vórðu koyrd til Oyrargjógv.
Har stóð Palli fyri teimum aftur og hann sigldi tey yvir um Vestmannasund.
Gestirnir fóru aftur til Havnar í bussi.
Tey lótu sera væl at túrinum og ikki kann sigast annað enn, at tey vóru sera heppin við veðrinum
Silja úr at gera
Palli Lamhauge letur annars væl at, tí hann hevur úr at gera við Silju.
? Vit sigla nógv um summarið, og takast við ferðafólk burturav í háárstíðini, sigur Palli.
? Annars hava vit havt fleiri uppgávur í samband við oljukanningarnar. M. a. hava vit siglt fleiri túrar bæði av Oyrargjógv og Miðvági til Hvalbiar.
Silja er góður bátur. Hon er innilokað, er góðar 12 metrar til longdar og gongur góðar 30 míl.
Pláss eru fyri 25 ferðafólkum.
? Báturin er nógv umbiðin til túrar sum henda, sigur Palli og minnist aftur á ein túr í fjør.
? Tá krúnprinsurin var í Føroyum sigldu vit við honum, og tá vit komu til Eiðis fekk hann loyvi til at leggja bátin at. Tað hildu fólk verða sera hugnaligt.
Síðst í apríl verður av álvara byrjað aftur at sigla við ferðafólkið.
? Veðrið hevur verið heldur keðiligt higartil, men um mánaðarskiftið byrjað vit aftur sigur Palli at enda.