Nýggj bók: Í nærveru fígginda mína

Soleiðis kallast nýggj bók, sum Meta á Fløtum hevur týtt

Burnham-hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, ein yvirgangsbólkur við sambandi til Osama bin Laden

"Í nærveru fígginda mína“ er ein grípandi frásøgn um eini gíslatikin trúboðarahjún hjá New Tribes Mission (NTM) og um ræðandi ár teirra í filipinska frumskóginum.

 

Kunnu trúgv, vón og kærleiki yvirliva eitt ár í ræðuleikum?

 

Hjá trúboðarahjúnunum í NTM, Martini og Graciu Burnham, gjørdist tað, ið byrjaði sum eitt frálíkt og framúrskarandi vikuskifti, har brúdleypsdagurin varð hildin á einum frítíðarstaði á eini tropiskari oyggj, til ein av teimum ræðuligastu marrunum, ein kann ímynda sær.

 

Burnham-hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, sum er ein yvirgangsbólkur við sambandi til Osama bin Laden. Tey vóru rykt burtur frá familju og vinum og trýst at fjakka um í filipinska frumskóginum.

 

Hetta hættisliga árið í fangilsi upplivdu tey hungur, áhaldandi máttloysi, íðuligar bardagar, hjartaleys dráp - og inniliga sálarrannsakan um ein Gud, ið stundum tóktist at hava gloymt tey.

 

Í hesi grípandi, fyrstuhonds frásøgn um trúgv, kærleika og stríð, har hjúnini vóru vitni til ræðandi, tilvildarligan ráskap, kemur tú aftur um pallin av einum veruligum sorgarleiki, har tann, ið hevði minst møguleika at yvirliva, djarvt greiðir frá í smálutum.

 

Tú fert at hoyra um atferðina og grundgevingarnar hjá einum víðgongdum yvirgangsbólki, har limirnir eru avgjørdir at náa sínum málum uttan mun til kostnað. Tú verður hugvaktur av endaligu, sigrandi trúnni og varandi kærleikanum hjá einum vanligum hjúnum, ið vórðu tveitt í óvanliga torførar umstøður.

 

Hvat enn tú manst stríðast við í lívi tínum, fert tú at finna eggjan og vón í hesi lívgandi og ærligu frásøgn um eitt áralangt stríð við tað myrkur, sum býr í mannahjartanum.

 

Bókin, sum Meta á Fløtum hevur týtt, og Leirkerið gevur út, kostar 300 krónur, og hon fæst í bókhandlunum og á heimasíðuni hjá Leirkerinum www.leirkerid.fo

 

 

 

Burnham-hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, ein yvirgangsbólkur við sambandi til Osama bin Laden