##med2##
Á triðja sinni taka Føroyar lut í kurvabólti á oyggjaleikunum. Í 2015 og í 2017 vóru vit rættiliga langt frá at vinna ein dyst. Fyrr í dag góvu okkara kurvabóltsleikarar Jersey ein skarpan gang.
Sjúrður H. Hoydal sum segði beinleiðis frá dystinum tók m.a. soleiðis samanum á in.fo fyrr í dag: - Føroyar vundu burtur úr Jersey í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki broytti Jersey spælskipan.
Jersey byrjaði trýstið longu á føroysku hálvuni, og setti fjáltur í føroysku leikararnar. Í seinasta fjórðingi slapp Jersey fram um, eftir at Føroyar høvdu havt trivaliga leiðslu meginpartin av dystinum.
Munurin gjørdist serliga at Jersey legði seg seks stig fram um við tveimum trýstigs-skotum, og hetta gjørdist munurin at enda. Seinasti føroyski neyvleikin vantaði, meðan royndirnar hjá Jersey mundu gera sítt eisini.
Omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr dystarendan. Sjúrður H. Hoydal skrivaði søgu við at verða tann fyrsti sum segði beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikum. Janus Jakobsen var viðmerkjari.
2) Hoyr Janus Jakobsen taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðu við Steen Róa Lorentzen.
##med3##
Bæði Janus Jakobsen og Steen Rói Lorentzen iðra seg um, at sigurin ikki kom í hús. Steen Rói heldur av hjarta, at Føroyar høvdu uppiborið at vinna dystin. Báðir kunnu tó fegnast um stóra føroyska framgongd mett í mun til dystirnar í 2015 og í 2017.
##ms##