Hóskvøld 23. oktober klokkan 19.30 - tað er í annaðkvøld - verður sera væl umtókti klovnaleikurin Terrysa saga framførdur í Løkshøll í Runavík. Leikurin, sum er um Føroyingasøgu og er ætlaður vaksnum, er partur av skránni fyri mentanarvikuna - Skýming.
Hvat hendir, um ein klovnur fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Terry leggur tingini á borðið og leiðir okkum gjøgnum okkara egnu søgu. Hann greiðir okkum frá, hvat stendur skrivað millum linjurnar. Hann vísir okkum eisini, hvørjar smálutir vit ikki hava varnast fyrr.
- Vit fáa eisini at vita, hvørji súmbol, vit áður hava misskilt. Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi "flennifesti", har eingin sýning er eins, og hvør einasta løta óforútsigilig, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið í Løkshøll.
Tað er Kjartan Hansen, sjónleikari, sum spælir leikin. Hann hevur ferðast land og ríkið runt við leikinum síðani í summar. Allastaðni, har hann hevur vitjað, hevur hann fingið framúr góð ummælir. Frumframførslan var í Fjósinum á G!festivalinum í ár.
- Tá skrivaðu fjølmiðlar, at fólk sótu og hildu ondini, meðan klovnurin Terry greiddi frá, hvussu Tróndur í Gøtu og aðrar hetjur úr Føroya søgu bóru seg at. Eisini varð nógv flent, meðan klovnurin Terry lívliga undirhelt fjøldina, siga tey úr Runavík, sum standa aftanfyri tiltakið.
Tað er samstarvið millum Bókasavnið við Løkin og Løkshøll, sum skipar fyri hesum tiltaki. Eins og til hini tiltøkini á mentanarvikuni, verður gingið inn gjøgnum bókasavnið, har ein hugnalig kafé letur upp ein tíma, áðrenn tiltøkini byrja.
Á bókasavninum er eisini eitt Mumi-land og málningaframsýning við myndum hjá fýra ymiskum listafólkum.