Í starvsvenjing

.

Silvia Láberg, ið er í Býráðnum, segði, at tað var áhugavert har. Hon sleppur altíð at royna okkurt nýtt. Hon hevur verið í barnagarðinum og eisini á ymsum deildum, so sum roknskapardeildini og vegdeildini.

Tá vit spurdu hana, hví hon valdi Býráðið sum starvsvenjupláss, segði hon, at tað ljóðaði spennandi at vita, hvussu tey arbeiða á Býráðnum.


Vit vóru eisini á Landsbókasavninum har Jenny Johannesen er í starvsvenjing.

Har er nógv at gera, sigur hon. Hon hevur koyrt plastikk um bøkur. Hon hevur gjørt bókakassar til skip, og so setur hon eisini bøkur uppá pláss. Vit spurdu hana eisini, hví hon fór í starvsvenjing á Landsbókasavninum, og tá svaraði hon, at henni dámdi ógvuliga væl at lesa bøkur, og hon helt tað vera stuttligt at arbeiða við bókum.


Símin Hansen er á Formula Xerox í starvsvenjing. Har koyrir hann út við vørum t.d. teldur og printarar,og eisini kopierar hann papír og tílíkt. Tá vit spurdu hann, hví hann valdi Formula Xerox, svaraði hann, at hann hevði hoyrt frá einum vinmanni, at tað var áhugavert har, og so vildi hann royna, og vita, um tað var satt.