Í stólinum: Konan dugir betur við gjaldkortinum

– Lat ikki tað bíða, sum kann gerast í dag, sigur Jarnhold Nattestad, sum hesa vikuna er í stólinum í Vikublaðnum

Navn: Jarnhold Nattestad

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:

Erligur, arbeiðssamur og ótolin



 

Hvat merki er bilur tín?

Toyota Avensis (1999)

 



Hvat merki er telefon tín?

Samsung Galaxy



 

Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?

Minnist ein túr við familjuni og gummu og gubba og systkinabørnunum í Djursland – tá var eg smádrongur. Tað var í øllum førum ein ótrúliga góð feria. 

Hvat orð ella hvønan setning nýtir tú oftast? Super!

 



Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?

Gott at tað enn er mest natúrligi spurningurin.

 

Hvat ger teg í góðum lag?

Øgiliga nógv. Fyri at nevna okkurt: ein góð máltíð, gott summarveður, ein góður ordri, øll tey dugnaligu og røsku fólkini í 07 Vestur, at koma heim til familjuna, sum hevur tað gott :)



 

Hvat stressar teg?

Alt tað, eg ikki havi avgreitt.



 

Hvør er tín yndisrættur?

Lambssteik og brún sós. Smakkar eisini væl við karrysós, sum eisini smakkar væl til grind.



 

Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?

07 Vestur fingu 3 stig móti KÍ leygardagin. 



 

Hvar arbeiðir tú?

Í Sandavágs Timburhandli

Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Av tilvild, um ein trýr upp á tílíkt.

 



Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?

Fyri tíðina, einastu LP'ini vit eiga, ”Success” við Dolly Parton og Kenny Rogers.

 



Hvat er besta uppfinningin og hví?

Brillur. Hevði ikki trúð at tær skuldu hava so stóran týðning heima hjá okkum.

 

Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?

Bilurin. Kostaði 40 túsund í 2007.

 



Hvat er títt besta heimaráð?

Sum kona stjóran í HTH, har eg arbeiddi til 2000 segði: Lat ikki tað bíða, sum kann gerast í dag.

 

Hevur tú nakað húsdjór?

Nei. Børnini júka ofta og fáa eisini mammuna við viðhvørt. Men eg haldi fast.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? 

Goldið niður uppá húsalánið. 

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?

Goldið húsalánið út og givið konuni kortið – hon dugir nógv betri við sovorðnum enn eg. Kanska keypt mær einar nýggjar buksur áðrenn.



 

Hvat er best við Føroyum og hví?

At vit enn eru so nógv í síggja virði í teimum gomlu, bíbilsku normunum at byggja eitt samfelag uppá. Mátti tað hildi leingi enn.



 

Hvar ert tú um 10 ár?

Heima í Føroyum. Ella ikki.