"I will be waiting in the moonlight"

Aqua. »I am a Barbie Girl in a Barbie world, its fantastic, its fantastic«...... Snjøllu tónarnir frá undantónleikinum, áðrenn Brandur Enni kemur á pallin hoyrast langt út í regnið. Øll eru líka spent og tað eru eisini tríggir dreingir Innan av Gøtu í Havn, sum eru á veg til konsert við Branduri Enni í Badmintonhøllini fríggjakvøldið í seinastu viku. Teir ganga í sjeynda flokki. Og teir skriva soleiðis til Sosialin um konsertina:

Konsert
Tekst og myndir:
Fríi Eidesgaard Mikkelsen
Sjúrður Rein
Eirikur Jákupsson
Beint áðrenn man slapp inn í høllina har í Brandur Enni skuldi synga, stóðu tveir menn inni í eitt lítlum rúmi og tóku ímóti billettum. Tá ið man kom inn í ta stóra høllina hoyrdi man tónleik hjá Aqua úr stórum hátalarum og einum stórum sterioanleggi sum var í mittuni. Har vóru eisini proppetandi fult av fólki, sum vóru pent ílatin. Fleiri dreingir vóru í víðum buksum og flottum T-shirtum og almindiligum jakka og onkrar gentur í trompetbuksum, niðurdeili um miðjuna og eisini í T-shirt. Inni í høllini var eisini eitt ógvuliga stórt ljos-show við øllunum møguligun litum og har var eisini eitt lit roykshow. Har var eisini ein lítil handil í hjørninum sum seldi forskellig klæðir við navninum hjá Brandi Enni á, har vóru húgvur, t-shirt, keppar og fløgur og mangt annað. Man kundi koma klokkan kvart yvir átta og Brandur skuldu byrja klokkan níggju. Fyrst komu nakrir dansarar á pallin og dansaðu fyri publegum, og so kom massar av royki, og so kom Brandur inn á pallin og byrjaði at syngja "I will be waiting in the moonlight." Og tá hoyrdi man væl, at tað vóru uml. 600 fólk í høllini. Tá ið konsertin var liðug, fór Brandur Enni niður av senuni, og hann fekk næstan ikki gingið, tí har vóru so nógv fólk, og allar genturnar søgdu: »Tú ert ordiliga fittur og lekkur.«
Hann fór síðan til eitt borð og fór at skriva avtugraffar og har stóð hann leingi, meðan øll vildu hava hann at skriva navnið. Onkur á armin, onkur á pappír. Í meðan dansaðu dansararnir og kórið sang. Og so fóru tey at rudda og øll fóru eisini heim tá.