ÍBV var aftanfyri 1-9 - vunnu dystin 26-23

Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum vendi dystargongdini meistarliga á útivølli móti Stjørnuni

Í kvøld tók Stjarnan móti føroyingaliðnum, ÍBV á heimavølli í Garðabær í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Fyrstu løtuna hevði Stjarnan ÍBV á knøunum. Tá 13 minuttir vóru leiktir var Stjarnan á odda 9-1.

 

Men ÍBV ressaðist eftir tað, og í steðginum var Stjarnan bert á odda 13-11.

 

Í seinna hálvleiki var ÍBV omaná og vunnu eyjamenn seinna hálvleik 15-10, og harvið dystin 26-23.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 18 stigum fyri 14 dystir.

 

Janus Dam Djurhuus skoraði eitt mál fyri ÍBV í kvøld. 

 

Dánjal Ragnarsson var uttanfyri við einum skaða, ið hann fekk í undanfarna umfarinum móti Selfossi.