Ida Amalie er í Føroyum

Kendi Paradise Hotel-luttakarin er her í sambandi við nakað heilt serligt.

Tá ið danska útgávan av Paradise Hotel var í 2011, var Ida Amalie ein av mest eyðsýndu luttakarunum, har hon eitt nú uppfann hugtakið 'awkward turtle', sum mong høvdu tað stuttligt við og hermdu eftir.


Ida Amalie er í løtuni í Føroyum. Hon er nevniliga gift við fyrrverandi Liverpool- og Silkeborg-leikaranum, Nikolaj Køhlert, sum hesa vikuna skal royndarvenja við NSÍ. Tey bæði giftust síðsta summar.


Les eisini: Fyrrverandi Liverpool-leikari til NSÍ


Nikolaj og Ida Amalie Køhlert komu til Føroya í gjárkvøldið, og í kvøld venur Nikolaj, sum er miðvallari, á fyrsta sinni við NSÍ.