Ísraelski herurin (IDF) sigur í dag, at tey hava fingið fatur í líkinum av dripna gíslanum, Itay Svirsky.
Hann var ein av mongum, sum Hamas tók og førdi inn í Gazageiran, tá yvirgangsfelagsskapurin leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør.
Ísraelski herurin sigur, at Itay Svirsky er dripin, meðan hann hevur sitið í fangilsi hjá Hamas í Gazageiranum.
Felagsskapurin hjá familjunum, sum varða av gíslunum í Gazageiranum, sigur, at ein virðilig jarðarferð er týdningarmikil fyri tey avvarðandi.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.