Veingirnir feldu fronsku stjórnina við misáliti

Ósemja um fíggjarlógina fyri næsta ár hevur elvt til, at tjóðartingið hevur atkvøtt um misálit. Macron fer væntandi at handla skjótt.

Michel Barnier, forsætisráðharri, og stjórn hansara vórðu feld í kvøld eftir einar tríggjar mánaðir. - Mynd: Sarah Meyssonnier/Reuters

Stjórnarsamgongan í Fraklandi undir leiðslu av Michel Barnier, forsætisráðharra, er feld í kvøld.

Tað er greitt eftir eina misálitsatkvøðu í franska tjóðartinginum, skriva tíðindastovurnar AFP og Reuters.

Misálitsatkvøðugreiðslan endaði meira enn tríggjar tímar av kjaki um framtíðina hjá stjórnini, eftir at Barnier segði seg vera til reiðar at tvinga fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár ígjøgnum uttan um tingið.

Hóttanin frá nú frákoyrda forsætisráðharranum í dag fekk vinstravongin at seta fram misálit.

Marine Le Pen úr høgraflokkinum National Samling (RN) tók alt fyri eitt undir við ynskinum hjá vinstravonginum og hjálpti til at atkvøða tað ígjøgnum.

Fyri at fella stjórnina kravdust 288 atkvøður, og stjórnin varð koyrd frá við 331 atkvøðum.

 

/Ritzau/

 

Michel Barnier, forsætisráðharri, og stjórn hansara vórðu feld í kvøld eftir einar tríggjar mánaðir. - Mynd: Sarah Meyssonnier/Reuters