Føroya Ídnaðarfelag hevur aðalfund á Hotel Hafnia kl. 14.00 í dag.
Skráin fyri aðalfundin er sambært lógum felagsins.
Til henda aðalfundin skjýtur nevndin upp, at talið av nevndarlimum verður økt úr 5 til 6.
Orsøkin til hetta er, at KT-vinnan hevur biðið um loyvi til at verað upptikin í Føroya Ídnaðarfelag.
Teir hava vent sær til Ídnaðarfelagið og spurt, um teir ikki kunnu gerast limir har, heldur enn at stovna egið áhugafelag.
Tí verður ein nýggjur bólkur gjørdur, og hann fer at eita KT og tænastur, um uppskotið frá nevndini verður samtykt.
Til nevndarvalið standa Ólavur Gregersen, sum umboðar bólkin »Annar ídnaður« og Heðin Poulsen, sum umboðar »Byggivørur«, fyri valið.
Nevndarlimirnir verða valdir soleiðis, at tveir standa fyri vali annaðhvørt ár og tríggir annaðhvørt ár
Hinir nevndarlimirnir eru Eyðun Hansen, sum umboðar »Skipasmiðjur og verksmiðjur«, Sofus Poulsen, sum umboðar »Góðskingarfyritøkur« og Heini Waag, sum umboðar bólkin »Matvørur, mjólka og bryggjaríir«.
Heðin Poulsen sigur, at endamálið við felagnum er at skapa góðar karmar hjá vinnuni at virka undir.
Felagið roynir at kunna um ymiskt sum verður mett at hava limanna áhugað
Heðin roknar við, at teir fáa ein áhugaverdan fund á Hafnia í dag.